Fyri løtu síðani var fjórði EM-undankappingardysturin hjá U21 landsliðnum í ár av. Hann varð leiktur á Ha Moshava leikvøllinum í Petah-Tikva. Ungu føroysku menninir skuldu reisa seg eftir eyðmýkjandi 7-1 tapið í Norðurmakedónia fyri mánaði síðani.
Áleyparin Tai Baribo, ið til dagliga spælir fyri Petach Tikava skoraði eftir átta minuttir í 1. hálvleiki og átta minuttir inn í 2. hálvleik. Ísrael hevði esini bóltin 65 prosent av dystinum og hevði væl fleiri málroyndir enn Føroyar, ið tó fingu svarað aftur tjúgu minuttir inn í 2. hálvleik. Tað var Ari Olsen, ið fann Hugin Samuelsen í brotsteiginum, og so hevði B36-leikarin skapt spenning í uppgerðina.
Tað eydnaðist tó ikki hjá Føroyum at javna. Ístaðin lukkaðu ísraelittar dystin stutt fyri leiklok. Ísrael hevur fult stigatal fyri tveir dystir. Føroyar hava einki stig fyri fýra dystir, har málúrttøkan er 3-16. Næsta uppgáva er á heimavølli móti Norður Makedónia 19. november.
Føroyska liðið (4-2-3-1) : Silas Eyðsteinsson - Ari Olsen, Bjarni Petersen, Andrias Edmundsson, Ólavur Niclasen - Jákup B. Andreasen, Mads B. Mikkelsen, Hannes Agnarsson (76' Pætur Petersen), Hugin Samuelsen (83' Petur Knudsen), Lukas Giessing Grenaa (93' Daniel Johansen) - Stefan Radosavljevic.
Fótbóltur
Málið hjá Hugin var ikki nóg mikið í Ísrael
B36-leikarin minkaði um munin við sínum fyrsta landsliðsmáli, men Ísrael vann 3-1.
Hugin Samuelsen skoraði hattrik á Eiði áðrenn landsliðssteðgin. Her hevur hann skorað móti Crusaders í Europa League (Mynd: Sverri Egholm)
2019-10-15 19:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald