Fótbóltur

Málleyst í grannauppgerðini

B36 og HB løgdu á ein hátt fót fyri hvørjum øðrum. HB var væl nærri við at avgera dystin, sum ikki hevði tað flottasta fótbóltsspælið ella flestu málmøguleikarnir.

Tað eydnaðist ikki at fáa hol á ella fáa trý týdningarmikil stig - hvørtki hjá B36 og HB. Teir í reyðum og svørtum vóru meira vandamiklar (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist ikki at fáa hol á ella fáa trý týdningarmikil stig - hvørtki hjá B36 og HB. Teir í reyðum og svørtum vóru meira vandamiklar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-25 20:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 23. umfari í Betrideildini var á skránni í høvuðsstaðnum í kvøld. Bæði liðini vóru kroyst á sín hátt: B36 fyri at royna at fylgja KÍ og nærum staðfesta topp-trý og HB fyri at koma nærri júst B36 veruliga yvirhála Víking.

Hjá B36 fylti tað helst nakað, at man skuldi megna at vinna á HB aftur eftir turk, og tað sinnisliga hjá HB við at staðfesta yvirvaldið í Gundadali spældi helst eisini inn. Tað eydnaðist tó ikki hjá feløgunum at fáa uppfylt málini.

Tað var allan dystin ein ávísur "nervi" í dystinum. Nakað sum hoyrir einari slíkari grannauppgerð í Gundadali í. Nógvir nærdystir vóru, nógv varð lagt fyri, og liðini tyktist heldur varin í spælinum við bóltinum fyrra hálvleiki. 

Fáir málmøguleikar og vandamiklar støður vóru, hóast bæði liðini veruliga høvdu tørv á stigunum. HB skapti tó sítt. Stutt fyri steðgin sendi Ári Mohr Jónsson gott innlegg inn úr vinstru, og Adrian Rúnasson Justinussen var púra fríur í málteignum. Mattias Lamhauge bjargaði tó stútaranum.

[object Object]
Adrian Justunssen hevði besta møguleikan fyri steðgin. 7'arin hevði eisini onkra skotroynd (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Menn fóru inn í nærdystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

B36-málverjin hevði eisini stórbjarging móti endanum av dystinum, tá Jákup Thomsen var púra fríur mitt fyri málinum. Innskifti áleyparin fekk ikki stýrt stútaranum í netið og heldur ikki returbóltinum. Frammanundan hevði Mikkel Dahl eisini verið leysur, men tað eydnaðist ikki væl hjá dananum at lobba. 

Samanumtikið var HB naskari á síðsta triðinginum. B36 flutti annars bóltin fínt í løtum men megnaði ikki at spæla seg ígjøgnum til upplagdar málmøguleikar. Bartal Wardum var aftur ógvuliga stinnur, og HB-verjuparturin eydnaðst væl. Sum heild sótu teir í reyðum og svørtum betri á tí uttan bólt enn móti KÍ og Víkingi.

Úrttøkan gjørdist tó meira enn eitt stig. Fyri HB merkir tað, at liðið kemur undir liðuna á Víking í stigum. Málúrttøkan er tó betri enn hjá HB, ið eisini hevur betri tí á pappírinum betri dystarskrá síðstu fýra umførini. Tó hava tríggir teir seinastu dystirnir - oddadystirnir - samanlagt ikki hilnast nóg væl hjá Jákup Martini Joensen og hansara monnum.

B36 situr rímiliga væl 2. pláss í løtuni, men seks stig eru upp til KÍ, ið eisini hevur ein dyst færri og betri málúrttøku. Harvið fánaði FM-vónin nakað hjá B36, ið skal til Norðragøtu sunnudagin. Tað er framvegis ikki eydnast hjá Dan Brimsvík og hansara monnum at koppa HB. 

Dagført: 20.28

23. umfar í Betrideildini
Í dag, mánadagin 25.09
B36 - HB 0-0

Í gjár, sunnudagin 24.09
Víkingur - 07 Vestur 3-1 (1-0)
20' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 1-0
55' Jasper Van Der Heyden (Janus Svabo Samuelsen) 1-1
73' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 2-1
90+1' Sølvi Vatnhamar 3-1

B68 - EB/Streymur 2-2 (1-2)
10' Aleksandur Jensen (Aron Reinert Hansen) 1-0
27' Gutti Dahl-Olsen (Virgar Jónsson) 1-1
36' Bergur Poulsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-2
78' Alex Mellemgaard, brotsspark 2-2

TB - KÍ 1-5 (1-1)
3' Rógvi Joensen 1-0
15' Vegard Forren 2-0
51' Mads Boe Mikkelsen (Patrick Da Silva) 1-2
67' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-3
80' Árni Frederiksberg, brotsspark) 1-4
84' Jákup Biskopstø Andreasen (Mads Boe Mikkelsen) 1-5

Sí eisini:
KÍ nærri FM - botnstríðið uppaftur tættari

ÍF - AB 3-1 (2-0)
32' Hans Jákup Lervig (Dánjal á Lakjuni) 1-0
38' Gundur Ellingsgaard Petersen (Karl Løkin) 2-0
57' Brian Jakobsen, brotsspark 2-1
89' Gundur Ellingsgaard Petersen (Hans Jákup Lervig) 3-1

Reytt kort: Ragnar Skála (73') - seinna gula kortið fyri film

Sí eisini:
ÍF vann botngysaran
Sí myndir frá dystinum

Støðan

1. KÍ 59 stig (22 dystir)
2. B36 53 stig (23 dystir)
3. HB 48 stig (23 dystir)
4. Víkingur 48 stig (23 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (22 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder