Føroyska liðið hevur sum heild hingið væl saman og hevur fingið stressað norðurmakedónski vertirnir.
Teir í reyðum hava ikki skapt nógv, men Alioski rakti tvørtræið eftir gott álop, og so varð eitt mál av órøttum kolldømt: Viljormur Davidsen hekk, men hjálpardómarin sá tað ikki, og VAR er ikki til venjingardystir.
Hinvegin hava okkara trýst Norðurmakedónia heilt væl í løtum - við Pæturi Petersen sum fremsta manni. Greitt størsta møguleikan hjá Føroyum fekk Stefan Radosavljevic, eftir at Ári Mohr Jónsson legði væl innfyri úr vinstru. Sligo Rovers miðvallarin rakti tó ikki bóltin nógv væl, og hann endaði omanfyri.
Pætur Petersen (Mynd: Sverri Egholm)
Venjingardystur, 27.03
National Arena Todor Proeski, Skopje
Norðurmakedónia - Føroyar (0-0)
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Heini Vatnsdal, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Stefan Radosavljevic, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen
Sølvi Vatnhamar hevur aftur í kvøld stríðst væl á føroyska miðvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald