Fótbóltur

Málríkur fyrri hálvleikur í Rumenia

Uppá átta minuttir fór tað frá at vera ein góður hálvleikur til at verða ein marra, men føroyingar hava verið væl við og svarað aftur.

Viljormur Davidsen skoraði føroyska málið eftir brotsspark
(Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen skoraði føroyska málið eftir brotsspark (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-26 20:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar eru aftanfyri 3-1 í Cluj. Talan hevur ikki verið um eitt ódnarveður móti føroyska málinum, men eina løtu í hálvleikinum, har føroyingar ikki fingu avgreitt nakrar støður í og umkring brotsteigin. 

Føroyska liðið hevði nakað at prógva, og vísti góðar taktir fyrstu løtuna. Eftir 10 minuttum kom eitt ógvuliga gott føroyskt álop, har serliga Gilli vísti seg frá sínu bestu síðu við at seta tveir mans av. Einki spurdist burturúr, men føroyingar høvdu gott tamarhald á og fingu drigið leikferðina úr dystinum í nøkrum løtum.

Brádliga slóu rumenar til. Teir vístu kynismu tríggar ferðir, tá føroyingar ikki megnaðu at rudda burtur - tvær ferðir í samband við deyðbóltar. Talan var um grundleggjandi mistøk og manglandi uppmerksemi, ið kostaði. Ein vælleikandi Heini Vatnsdal noyddist út við skaða eftir 1-0 málið.

Hóast hetta fullu føroyingar ikki í fátt, og eftir at Klæmint og Odmar høvdu havt góðar royndir, fingu Føroyar brotsspark. Hesaferð tók Viljomur, og hann skoraði sera trygt. Lív er í dystinum, men tað skal ógvuliga nógv til, um Føroyar fáa nakað burtur úr í kuldanum í kvøld. 

EM-undankapping - 2. umfar
Dr. Constatin Radulescu, Cluj 
Rumenia – Føroyar (3-1)
1-0 26' Ciprian Deac
2-0 29' Claudiu Keserü
3-0 33' Claudiu Keserü
3-1 40' Viljormur Davidsen (br.)

Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal ('26 Rógvi Baldvinsson), Brandur H. Olsen, Rene S. Joensen - Hallur Hansson - Klæmint A. Olsen



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder