Fótbóltur

Máltalva sett upp við vøllin á Eiðinum

Talan er um eina talgilda máltalvu við klárum sniðium, sum er hent fyri áskoðarar og leikarar. Hon verður av álvara tikin í nýtslu leygardagin, tá KÍ kemur til Vágs.

Endamálið við nýggju máltalvuni er at betra um upplivingina hjá áskoðarunum og at gera vøllin enn meira dagførdan (Mynd: vagur.fo)

Endamálið við nýggju máltalvuni er at betra um upplivingina hjá áskoðarunum og at gera vøllin enn meira dagførdan (Mynd: vagur.fo)

2025-04-24 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Nú er ein nýggj og nútímans máltalva sett upp við vøllin á Eiðinum. Hon kom upp í dag og er longu klár at brúkast til dystir.

Soleiðis skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari í sambandi við tað nýggjasta við fótbóltsvøllin.

Summar tillagingar eru gjørdar og skulu gerast har, millum annað í mun til jós og tak yvir áskoðaraplássini.

Sí eisini: Skulu hava nýggj ljós á Eiðinum

Við nógvar vallir í Føroyum eru góðar máltalvur, tó at í summum støðum - millum annað í Sarpugerði og í Sørvági.

Í Vági er talan er um eina talgilda máltalvu við klárum sniði - sum sjálvandi vísur bæði mál og tíð.

- Endamálið við nýggju máltalvuni er at betra um upplivingina hjá áskoðarunum og at gera vøllin enn meira dagførdan. Hetta er eitt stig rætta vegin fyri at menna ítróttin á staðnum og tryggja góðar karmar til komandi dystir, skrivar vagur.fo.

FC Suðuroy er í bestu mansdeildini sum uppflytari. Liðið spælir aftur leygardagin á heimavølli móti KÍ, og tá kann máltalvan veruliga koma til sín rætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder