Fótbóltur

Skulu hava nýggj ljós á Eiðinum

Og tað er líkamikið, um FC Suðuroy flytir upp ella ikki. Vágs kommuna hevur tí hugt uppá møguligar mastrar. Tak skal eisini gerast yvir setrini hjá áskoðarunum.

2024-09-26 16:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- FSF hevur sum krav, at ljósmastrar skulu verða við vøllin. Hetta er krav fyri 1. deild og meistaradeild, men í ár var undantak givið til vøllin á Eiðinum, tí arbeitt verður við eini loysn. Í longri tíð hevur verið arbeitt við at fáa ljómastrar við fótbóltsvøllin á Eiðinum.

Soleiðis skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari um støðuna viðvíkjandi ljósum við fótbóltsvøllin. 

Neyðgut er at fáa slíkar at standa til næsta kappingarár - líkamikið hvørjari deild besta mansliðið spælir í  - og nú er komið somikið langt at kanna hvørjar mastrar og ljós kunnu setast upp við vøllin á Eiðinum.

Tað eru millum annað gjørdar sonevndar simuleringar við fýra mastrum og við fimm lampum í hvørjari mastur.

Vágs kommuna ynskir, at farið verður uppum minsta krav hjá Fótbóltssambandinum, tá tað snýr seg um styrki:

- Krøvini frá FSF eru, at ljósini skulu geva minimum 250lux, men tað sum Vágs Kommuna hevur sett sum krav til veitaran er 350lux. Vágs Kommuna hevur fingið prís uppá fýra mastrar við lampum, men afturat prísinum kemur kostnaður fyri fundamentir og kaðalarbeiði.

Tekniska deild arbeiðir víðari við at fyrireika arbeiði. Sum heild eru nógv viðurskifti

- FSF var á vitjan í vikuni og hugdi eftir umstøðunum við fótbóltsvøllin á Eiðinum. Sjálvur vøllurin er í sera góðum standi, so har var einki at seta fingurin á. Vágs Kommuna hevur gjørt nýggj vesir og tey lúka eisini krøvini frá FSF, eisini umklæðingarrúmini lúka krøvini. Tað eru nøkur viðurskiftir sum skulu betrast, eitt nú skal tað verða møguligt hjá einum sjúkrabili at koma inn á fótbóltsvøllin og tak skal gerast yvir setrini, so áskoðarnir kunnu sita turt, um tað regnar, skrivar vagur.fo.

Besta liðið hjá FC Suðuroy liggur í løtuni til at flyta upp í Betrideildini. Har hevur felagið ikki verið síðani 2015 - í 2017 og 2018 var tað tó partur av TB/FCS/Royn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder