Fótbóltur

Manchester City - Arsenal útsettur

Nakrir leikarar hjá Arsenal vóru í samband við smittaða eigaran hjá Olympiakos, Evangelos Marinakis, tá liðini hittust fyri 13 døgum síðani. Hópurin er í løtuni í sóttarhaldi.

Marinakis fegnast á Emirates leikvøllinum, eftir at hansara Olympiakos hevur sligið Arsenal út úr Europa League. Hann er nú smittaður við coronavirusinum (Mynd: SkySports)

Marinakis fegnast á Emirates leikvøllinum, eftir at hansara Olympiakos hevur sligið Arsenal út úr Europa League. Hann er nú smittaður við coronavirusinum (Mynd: SkySports)

2020-03-11 09:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mun til í nógvum øðrum evropeiskum londum koyrir Premier League sum vanligt, hóast coronavirusi herjar. Tað kann hugsast, at tað er bert ein spurningur um tíð, til spælt verður uttan áskoðarar ella til dystir verða útsettir.

Nú er ein dystur útsettur, og tað er ætlaða uppgerðin í Manchester, har City í kvøld skuldi taka ímóti Arsenal. Talan er um ein útsettan dyst, í samband við at City spældi Carabao Cup-finalu herfyri.

[object Object]Arteta skal ikki upp ímóti sínum lærumeistara í kvøld - hópurin hjá Arsenal-venjaranum er í sóttarhaldi (Mynd: EPA)

Tá Olympiakos við málið í seinastu løtu í longdu leiktíðini á Emirates 27. februar sló Arsenal út av Europa League, var Evangelos Marinakis til staðar. Hann er eigari hjá griska stórfelagnum og hjá Nottingham Forest. 

Marinakis kunngjørdi í gjár á Instagram, at hann er smittaður við coronavirusinum. Ógreitt er, hvørja ávirkan hetta fær á Forest, men greitt er, at nakrir av perósónunum í toyminum hjá Olympiakos eru testaðir negativir. 

Hetta fær tó ávirkan á Premier League. Marinakis var í samband við nakrar leikarar hjá Arsenal og sat tætt við fýra perónar í toyminu hjá London-felagnum.

Arsenal kunngerð tíðliga í morgun, at hóast læknafakliga ráðgevingin hevur staðfest, at talan er um sera lítlan smittuvanda, so tekur felagið ongar møguleikar og fylgir tilmælunum um sóttarhald.

Teir fýra persónarnir umframt hópurin er harvið nú í sóttarhaldi, og tí kann dysturin í Manchester í kvøld ikki spælast. Nýggj dagfesting verður ásett skjótt. 

Sóttarhaldið endar fríggjdagin - tá eru yvir tvær vikur farnar síðani Marinakas var á Emirates, og leikararnir hjá Arteta møta inn til venjing aftur. Harvið spælir Arsenal eftir ætlan móti Brighton í vikuskiftinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder