Fótbóltur

Manchester City nærkast oddinum - Tottenham misti aftur ein sigur á gólvið

City tók leiðsluna móti Brighton beint fyri hálvleik og helt henni - Tottenham var eisini á odda 1-0 í hálvleikinum, men Fulham javnaði, og liðið hjá Mourinho er nú nummar seks.

Phil Foden, Kevid De Bruyne og hinir City-leikararnir fegnast (Mynd: EPA)

Phil Foden, Kevid De Bruyne og hinir City-leikararnir fegnast (Mynd: EPA)

2021-01-14 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir vórðu leiktir í Premier League í gjárkvøldið.

Brighton vitjaði á Etihad, har City var fullkomiliga omaná í 1. hálvleiki og hevði nakrar góðar málmøguleikar. Beint fyri steðgin fekk Phil Foden hol á. Vælleikandi Kevin de Bruyne fann Foden, ið tók eitt trekk og síðani smekkaði bóltin niður í nærra málhornið.

Útiliðið kom betri við eftir steðgin, men City hevði fleiri stórar møguleikar at økja. Hetta gjørdist tó av ongum - millum annað tí at spanski málverjin Robert Sanchez stóð væl. Í yvirtíðini feldi Sanchez De Bruyne, men innskifti Raheem Sterling skeyt uppum úr ellivu metrum. Hetta hevði tó onga veruliga ávirkan. City fekk øll trý stigini, er í góðum formi og nú næstan heilt frammi við í oddinum. Sunnudagin spæla tey bæði liðini, ið eru omanfyri City, móti hvør øðrum, so minst eitt av teimum missur stig.

[object Object]
20-ára gamli Phil Foden var tann einasti, ið fekk bóltin í Brighton-málið (Mynd: EPA)

Tottenham var eisini á heimavølli og stórfavorittur, og liðið hjá Mourinho legði seg á odda í London-uppgerðini. Tað var Harry Kane, ið stútaði eitt frálíkt innlegg frá Sergio Regulión í málið. Heimaliðið hevði í løtuni frammanundan annars havt trupult við at fáa bóltin framvið Alphonse Areol. Franski málverjin hevði nakrar góðar bjargingar - millum annað tvær eftir roynir frá Son.

Tottenham sat á dystinum, men Fulham stríddi seg innaftur. Liðini skuldu upprunaliga spæla millum jól og nýggjár, men koronaútbrot forðaði fyri tí. Nú er tað serliga Aston Villa, ið er harðliga rakt av smittu, og tí hevði Premier League lagt útsetta dystin millum London-feløgini til í gjár, tá Tottenham upprunaliga skuldi spæla ímóti Aston Villa. Og Fulham megnaði at taka stig frá Tottenam, tí Ivan Cavaleiro sló til, tá áleið eitt korter var eftir.

[object Object]
José Mourinho hevur ymiskt at hugsa um, nú gongdin ikki er tann besta (Mynd: EPA)

Hetta var tiðju ferð uppá ein mánaða, at tað endaði 1-1 í dysti, har Tottenham kom á odda, og liðið hevur bert vunnið ein útav teimum seinastu seks dystunum. Í kvøld er ein onnur London-uppgerð á skránni, tá Arsenal tekur ímóti Crystal Palace.


Mikudagin 13.01
Manchester City - Brighton 1-0 (1-0)
43' Phil Foden 1-0

Tottenham - Fulham 1-1
25' Harry Kane 1-0
74' Ivan Cavaleiro 1-1 

Í dag - 14.01
20.00: Arsenal - Crystal Palace

Týsdagin 12.01
Sheffield United - Newcastle 1-0 (1-0)
73' Billy Sharp (br.) 1-0
Reytt kort: Ryan Fraser (45')

Burnley - Manchester United 0-1 (0-0)
71' Paul Pogba 0-1

Wolves - Everton 1-2 (1-1)
6' Alex Iwobi 0-1
14' Ruben Neves 1-1
77' Micheal Keane 1-2

Les eisini: Manchester United er nú oddalið

Støðan 
1. Manchester United 36 stig (17 dystir)
2. Liverpool 33 stig (17 dystir)
3. Manchester City 32 stig (16 dystir)
4. Leicester 32 stig (17 dystir)
5. Everton 32 stig (17 dystir)
6. Tottenham 30 stig (17 dystir)
7. Southampton 29 stig (17 dystir)
8. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
9. Chelsea 26 stig (17 dystir)
10. West Ham 26 stig (17 dystir)
11. Arsenal 23 stig (17 dystir)
12. Leeds 23 stig (17 dystir)
13. Wolves 22 stig (18 dystir)
14. Crystal Palace 22 stig (17 dystir)
15. Newcastle 19 stig (17 dystir)
16. Burnley 16 stig (16 dystir)
17. Brighton 14 stig (18 dystir)
18. Fulham 12 stig (16 dystir)
19. West Bromwich 8 stig (17 dystir)
20. Sheffield United 5 stig (18 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder