Fótbóltur

Manchester City eru tætt við at keypa Saul Niguez

Sambært útlendskum miðlum rindar enska felagið 80 mió. evrur fyri leikaran.

2019-03-20 12:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Manchester City eru tætt við at gjøgnumføra keypið av Saul Niguez frá Atletico Madrid. Manchester City sigst at hava vunnið stríðið við Barcelona um leikaran.

Útlendskir miðlar skriva, at Pep Guardiola gjørdi Saul Niguez til fyrsta val av nýggjum keypum, eftir at felagið tapti stríðið um niðurlendska Frenkie de Jong, sum skiftir úr Ajax til Barcelona í summar.

Keypsprísurin verður mettur at verða 80 mió. evrur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder