Fótbóltur

Manchester City fáa vitjan av uppflytarum

Seinasti dysturin millum Wolves og Manchester City endaði við javnleiki.

2019-01-14 17:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ein dystur verður spældur í ensku Premier League í kvøld, tá verandi meistararnir úr Manchester City fáa vitjan av uppflytarunum úr Wolverhampton Wanderers.

Manchester City var í einum lítlum aldudali, men við tveimum sigrum á rað, tykjast meistararnir at verða komnir í gongd aftur. Liðið liggur næst ovast á stigatalvuni, 7 stig aftanfyri Liverpool. Við sigri í kvøld er einans fýra stig á muni millum ovastu liðini.

Verri stendur til við Wolves, sum fingu eina sera góða byrjan uppá kappingarárið. Liðið hevur bert vunnið 7 stig av seinastu 15 møguligu, og liðið er dottið niður á 11. pláss.

Seinast liðini hittust, í triðja umfari hetta kappingarárið, megnaði Wolves at fáa eitt stig burturúr dystinum, sum endaði við 1-1 javnleiki.

Dysturin verður spældur klokkan 20.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder