Fótbóltur

Manchester City kann leggja seg á odda í kvøld

City vitjar í Liverpool í kvøld, har Everton tekur ímóti.

City og Everton skulu stríðast um stigini á Goodison Park í kvøld
(Mynd: EPA)

City og Everton skulu stríðast um stigini á Goodison Park í kvøld (Mynd: EPA)

2019-02-06 14:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein framskundaður dystur verður leiktur í Premier League í kvøld. Tað eru Everton og Manchester City, ið bresta saman. City skal spæla finalu í Carabao Cup 24. februar, Everton-City var á skránni ta vikuskifti,  og tí er hendan uppgerðin flutt.

Dysturin kann fáa stóran týdning í oddastríðnum, tí fær City trý stig, so koma meistararnir undir liðuna á Liverpool í stigum. Liðið hjá Guardiola hevur betri málúrtøku, so oddasessurin kann fylgja við úr Liverpool í kvøld. Hetta kann hava stóran sálarligan týdning. Liverpool hevur spælt tveir javnleikir á rað, har liðið hevur sæð heldur tungt út og uttan íblástur. 

Les eisini: Guardiola: United og Chelsea eru framvegis við í stríðnum um meistaraheiti

Manchester City hevur eisini mist stig nakrar feðir í seinastuni, men tá liðið hevur vunnið, hevur tað verið sannførandi. Uppgávan í kvøld er ikki ímillum tær lættaru, hóast City er greiðir favorittur á pappírinum. Everton liggur á 9. plássið, og spælir mest fyri einum møguligum evropeiskum plássi. Tað eru ellivu stig niður til strikuna.

Tá liðini hittust í Manchester mitt í desember, vann City 3-1.

19.45: Everton - Manchester City
6`arin - Viaplay

Støðan eftir 25 umfør

1

Liverpool 

 

62 stig

2

Manchester City

 

59 stig

3

Tottenham Hotspur 

 

57 stig

4

Chelsea

 

50 stig

5

Manchester United

 

48 stig

6

Arsenal 

 

47 stig

7

Wolverhampton Wanderers

 

38 stig

8

Watford

 

34 stig

9

Everton

 

33 stig

10

AFC Bournemouth 

 

33 stig

11


Leicester City

 

32 stig

12

West Ham United 

 

32 stig

13

Brighton & Hove Albion

 

27 stig

14

Crystal Palace

 

27 stig

15

Newcastle

 

24 stig

16

Southampton

 

24 stig

17

Burnley

 

24 stig

18

Cardiff City

 

22 stig

19

Fulham

 

17 stig

20

Huddersfield Town

 

11 stig

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder