Umførini minka so spakuliga, og spenningurin hækkar so hvørt. Níggju umfør eru eftir at leika í Premier League, og tað er tætt í oddinum; um meistaraheiti og um Champions League-plássini, og tað kann eisini gerast spennandi rundanum niðurflytingarstrikuna.
30. umfar - Leygardagur 09.03:
12.30: Crystal Palace - Brighton
15.30: Cardiff - West Ham
Huddersfield - Bournemouth
Leicester - Fulham
Newcastle - Everton
Southampton - Tottenham
17.30: Manchester City - Watford
Merkisvert er, at øll liðini í niðaru hálvu uttan Burnley skulu í eldin í dag. Liðini rundanum miðjuna, og fleiri lið ið kunnu koma í trupulleikar spæla seinnapartin.
Í London kann Palace koma burtur frá botnstríðnum, meðan Brigton kann verða hála meira inn í tað. Fulham og Huddersfield eru í ógvuliga stórum trupulleikum og hava harðliga tørv á stigum. Cardiff er eisini undir strikuni í løtuni og spælir týðandi dyst móti West Ham í Wales í dag.
Størsti dysturin í umfarinum er á Old Trafford í morgin, har Arsenal er á vitjan. Hetta er ein týðandi dystur í stríðnum um Champions League-pláss. Í dag spæla tvey topp-6 lið. Tottenham kann økja um munin í stríðnum um topp-fýra plássini. Liðið hevur ikki vunnið seinastu tríggjar dystirnar í Premier League, men vann í Dortmund týskvøldið og spældi seg víðari í Champuins League. Uppgávan í dag er als ikki løtt; Southampton er á heimavølli og stríðist fyri lívinum í botninum.
Manchester City gjørdist nýtt oddalið seinasta vikuskifti, tá liðið hjá Guardiola vann í Bournemouth, eftir at hava havt bóltin yvir 80 % av tíðini og ikki fingið nakað skot ímóti sær. Dagin eftir spældi Liverpool javnleik í Merseyside-grannauppgerðini, og nú liðini hava leikt eins nógvar dystir, er meistaraliðið frá í fjør eitt stig frammanfyri. City er stórfavorittur á heimavølli í dag og kann økja um frástøðuna til og trýstið á Liverpool, ið spælir í morgin.
1 |
Manchester City |
|
71 stig |
2 |
Liverpool |
|
70 stig |
3 |
Tottenham Hotspur |
|
61 stig |
4 |
Manchester United |
|
58 stig |
5 |
Arsenal |
|
57 stig |
6 |
Chelsea * |
|
56 stig |
7 |
Wolverhampton |
|
43 stig |
8 |
Watford |
|
43 stig |
9 |
West Ham |
|
39 stig |
10 |
Everton |
|
37 stig |
11 |
Leicester |
|
35 stig |
12 |
AFC Bournemouth |
|
34 stig |
13 |
Crystal Palace |
|
33 stig |
14 |
Newcastle |
|
31 stig |
15 |
Brighton & Hove Albion * |
|
30 stig |
16 |
Burnley |
|
30 stig |
17 |
Southampton |
|
27 stig |
18 |
Cardiff |
|
25 stig |
19 |
Fulham |
|
17 stig |
20 |
Huddersfield Town |
|
14 stig |
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald