Í gjárkvøldið var seinasta freist at flyta leikaraloyvi millum fótbóltsfeløg í flestu londum í Evropa, og í Onglandi var sum vanligt handlað nógv á síðsta degnum innan flytingargluggin lat aftur.
Og í ár var tað stórfelagið, Manchester City, sum stóð fyri teimum flestu og dýrastu keypunum.
Sambært BBC brúktu feløgini í Premier Leauga umleið 370 milliónir pund, svarandi til góðar 3 milliardir krónur – til at keypa leikarar meðan flytingargluggin var opin hesaferð.
Og Manchester City stóð fyri umleið helminginum av umsetninginum – 180 milliónir pund ella 1,5 milliardir krónur, skrivar BBC.
Leikararnir, sum Manchester City tryggjaði sær hesaferð, eru Omar Marmoush úr Frankfurt, Vitor Reis úr Palmeiras, Abdukodir Khusanov úr Lens, Claudio Echeverri úr River Plate og Nico Gonzalez úr Porto.
Echeverri varð keyptur fyri einum ári síðani, men var leigaður út til River Plate beinanvegin, og tí tekur BBC hann við í útrokningina fyri flytingar í ár.
Áleyparin Omar Marmoush úr Egyptalandi varð keyptur fyri 59 milliónir pund. Hinir vórðu keyptir fyri ávikavist 29,6, 33,6, 12,5 og 50 milliónir pund. Tilsamans 180 milliónir pund ella 1,5 milliardir krónur.
Tað er einans Chelsea, sum fyrr hevur keypt fyri meira enn City gjørdi hesaferð í einum flytingarglugga. Tað var í 2023, tá Chelsea brúkti 275 milliónir pund.
Beint áðrenn flytingargluggin lat aftur í gjárkvøldið tryggjaði City sær miðvallaleikaran Nico Gonzalez úr Porto. 23 ára gamli spanski U21-landsliðsleikarin, hevur fyrr spælt við Barcelona.
Manchester City, sum vann meistaraheitið í fjør, hevur havt stórar avbjóðingar hetta kappingarárið, og liggur í løtuni á fimta plássi, 15 stig aftan fyri Liverpool á fyrsta plássi. Sunnudagin varð liðið eyðmýkt av Arsenal, sum vann 5-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald