Fótbóltur

Manchester City og Inter hava annað beinið í hálvfinaluni

Í kvøld vitjar Chelsea í Madrid, og italskt brak er í Milano.

Rodri legði City á odda við framúr máli - seinni skoraði Erling Håland, og norðmaðurin legði eisini upp til mál

Rodri legði City á odda við framúr máli - seinni skoraði Erling Håland, og norðmaðurin legði eisini upp til mál

2023-04-12 16:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fyrstu fjórðingsfinalurnar í gjár eru greiðar ábendingar um, hvør helmingurin av luttakarunum í Champions League-hálvfinalunum fer at verða.

Um Bayern München skal venda tí, so er neyðugt at vinna við trimum málum á Manchester City um eina viku. Benfica skal vinna við minst tveimum málum í Milano fyri at hava ein møguleika.

Bayern München var væl við á dystinum á Etihad í gjárkvøldið, men heimaliðið vísti meira kaldleika og var omaná. Rodri skoraði fyrsta málið í 27. minutti, og talan var um eitt vakurt langskot. Tá tjúgu minuttir vóru eftir misti Bayern bóltin í uppspælinum, Erling Håland fekk fatur á honum, fann Bernardo Silva í brotsteignum, og so var 2-0. Nakrar minuttir seinni vildi Håland sjálvur á máltalvuna, og norðmaðurin fekk sítt 11. mál í ársins kapping.

[object Object]
Erling Haaland er í hopla fyri tíðina (Mynd: EPA)

Eftir dystin irðaði Thomas Tuchel seg um seinasta partin av dystinum, men segði at hann nú elskar lið sítt eftir eitt frálíkt avrik, og at løgnari ting eru hend í fótbólti, enn at Bayern vinnur við trimum á heimavølli.

Inter avgreiddi eitt professionelt og gott avrik í Lissabon. Miðvallarin Nicolo Barello legði útiliðið á odda, tá fimm minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki, og innskifti Romelu Lukaku økti við brotssparki í 82. minutti. Harvið hava italsku meistararnir frálíkt útgangsstøði undan seinna dystinum - Benfica skal gera heilt nógv rætt á Giuseppe Meazza leikvøllinum. 

[object Object]
Romelu Lukaku skoraði aftur týðandi mál fyri Inter (Mynd: EPA)

Tað er greitt, at vinnarin av Inter-Benfica skal hava italska mótsstøðu í hálvfinaluni. Hetta er liðið, sum vinnur uppgerðina millum AC Milan og Napoli. Liðið úr Suðuritalia er við at taka meistaraheitið frá júst Milan - og tað í stórum stíli - men tá liðini hittust í Napoli fyri tíggju døgum síðani, vann Milan heili 4-0. Napoli er eisini uttan toppskjútta sín, Victor Osimhen í kvøld. Fyrri dysturin er í Milano, og útgangsstøði kann hava nógv at siga.

Tað er Frank Lampard, sum hevur uppgávuna at leiða Chelsea restina av kappingarárinum. Størsta uppgávan er Real Madrid í fjórðingsfinalunum. Í fjør varpaði spanska kongafelagið júst Chelsea úr kappingini á hesum stiginum og vann seinni Champions League. Ancelotti, ið fyrr hevur vunnið greipuna við Chelsea, skal nú aftur royna at vinna stóru kappingina - Real Madrid er stórfavorittur at vinna hesa uppgerðina, tó at talan kann gerast um spennandi dystir.

Champions League fjórðingsfinalur (fyrru)
Í kvøld, mikudagin 12. apríl

20.00:

AC Milan - Napoli 
Real Madrid - Chelsea

Í gjárkvøldið, týsdagin 11. apríl
Manchester City - Bayern München 3-0 (1-0)
Benfica - Inter Milan 0-2 (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder