Sjey dystir í átjanda umfarið í Premier League eru leiktir í dag.
Fyrr í dag spældu Everton og Arsenal, ið júst hava sett nýggjar venjarar, málleysan javnleik.
Á Etihad hittust nummar trý og tvey í Premier League, tá Manchester City tók ímóti Leicester.
City setti seg á dystin beinaveg, og skapti fleiri góða møguleikar, har millum annað Kevin De Bryune og Gabriel Jesus høvdu naskar royndir, men tað vóru gestirnir úr Leicester, ið løgdu seg á odda, tá Premier League toppskjúttin Jamie Vardy skoraði sítt seytjanda mál í ár. Átta minuttir seinni javnaði Rhyad Mahrez fyri City, og tveir minuttir fyri hálvleik var tað Ilkay Gündogan, ið legði vertirnar á odda uppá brotsspark. Í seinna hálvleiki var City eisini omaná, og fekk eitt mál afturat, tá Gabriel Jesus skoraði til endaliga úrsliti 3-1.
Við sigrinum kemur City uppá 38 stig, og er nú bert eitt stig aftanfyri Leicester á øðrum plássið.
Í morgin vera tveir dystir, har Watford tekur ímóti Manchester United, meðan stórdystur verður í London, har grannarnir Tottenham og Chelsea hittast. Seinasti dystir í átjanda umfarið ímillum West Ham og Liverpool er útsettur, tí Liverpool er í Katar har teir leika HM fyri lið.
Premier League 18. Umfar:
Everton – Arsenal 0-0
Aston Villa – Southampton 1-3
Bournemouth – Burnley 0-1
Brighton – Sheffield United 0-1
Newcastle – Crystal Palace 1-0
Norwich – Wolves 1-2
Manchester City – Leicester 3-1
Sunnudagin:
Watford – Manchester United
Tottenham – Chelsea
Útsettur:
West Ham - Liverpool
Støðan:
1. Liverpool (49 stig) *
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (38 stig)
4. Chelsea (29 stig) *
5. Sheffield United (28 stig)
6. Wolves (27 stig)
7. Tottenham (26 stig)*
8. Manchester United (25 stig)*
9. Newcastle (25 stig)
10. Burnley (24 stig)
11. Arsenal (23 stig)
12. Crystal Palace (23 stig)
13. Brighton (20 stig)
14. Bournemouth (19 stig)
15. Everton (19 stig)
16. West Ham (19 stig)*
17. Southampton (18 stig)
18. Aston Villa (15 stig)
19. Norwich (12 stig)
20. Watford (9 stig)*
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald