Fótbóltur

FA Cup: Manchester City víðari eftir stravnan dyst

Newport úr fjóðbestu deildini gav City nakað av høvuðbrýggj; Brighton og Millwall eru eisini víðari.

Phil Foden gjørdist tvífaldur málskjútti, men City hevði ávísar trupulleikar av hartarbeiðandi fjórðudeildarliðnum
(Mynd: EPA)

Phil Foden gjørdist tvífaldur málskjútti, men City hevði ávísar trupulleikar av hartarbeiðandi fjórðudeildarliðnum (Mynd: EPA)

2019-02-16 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggar áttandapartsfinalur í Fa Cup eru leiktar í dag. Tað var talan um heilt ymiskar uppgerðir: Eitt av ovaru liðunum á Championship á útivølli ímóti einum av botnliðunum í Premier League, grannauppgerð í London ímillum lið úr lægru deildunum, ið hava sligið Premier League-feløg út á vegnum, og oddalið í Premier League á óslættum vølli í Wales har lið á 15. plássi í fjórðbestu deildini.

Brighton og Derby løgdu út. Liðið hjá Frank Lampard var uttan Mason Mount og Tom Lawrence, ið eru umráðandi leikarar. Annars varð Derby mett at hava fínan møguleika ímóti Brighton, ið hevur eina ringa gongd í løtuni. Premier League-liðið var tó omaná og skoraði tvey mál stutt fyri steðgin. Útiliðið kom betri fyri seg í 2. hálvleiki, men megnaði bert at minka um munin. Tað var innskifti og royndi vinstri bakkurin, Ashley Cole, sum skoraði tíggju minuttir fyri tíð. Hann og Lampard vunnu FA Cup fýra ferðir við Chelsea men vórðu í dag slignir út við Derby.

Í London var tað spennandi og inntenst, tá Wimbledon tók ímóti Millwall. Liðið úr triðbesti deildini megnaði akkurat at koppa liðnum úr fjórðbestu deildini. Vinstri bakkurin hjá Millwall, Wallace Murray, skoraði sigursmálið longu í 5. minutti. 

Í Wales var tað Dávid ímóti Goliat. Manchester City var á vitjan hjá Newport, har tað vísir seg at at vera trupult hjá Premier League-feløgum. Totttenham fekk akkurat javnleik har í fjør, og Leicester tapti á heldur vánaliga undirlagnum og frammanfyri lívligu áskoðarunum í 3. umfari.

Newport gjørdist tað 5. liðið í ár til at halda liðnum hjá Pep Guariola frá at skora. David Silva, Mahrez, Jesus, Sané og hinir fingu ikki hol á fyrrenn fimm minuttir eftir steðgin. Eftir stóra yvirvág økti talentið Phil Foden, og áðrenn hann aftur kom á máltalvuna fekk liðið úr fjórðudeild minkað, tá írin Padraig Amond, ið avgjørdi dystin ímóti Leicester, heilt stutt fekk nakað av spenningini í uppgerðina. Við einum hegnisligum lobbið uppum Ederson skoraði Amond sítt 6. mál í FA Cup. Mahrez skoraði í yvirtíðini, men talan var um eitt gott avrik av heimaliðnum í einum fínum steypadysti. 

Brighton - Derby 2-1 (2-0) 
Wimbledon - Millwall 0-1 (0-1)
Newport - Manchester City 1-4 (0-0)

Í gjár: 
QPR - Watford 0-1 (0-1)

Í morgin: 
14.00: Bristol City - Wolves 
17.00: Doncaster - Crystal Palace 
          Swansea -
Brentford

Mánadagin: Chelsea - Manchester United

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder