Tað verður grannauppgerð á Wembley 3. juni, tá stóru feløgini úr Manchester bresta saman og skulu dystast um FA Cup-steypið. Hetta er greitt eftir hálvfinalurnar, sum hava verið á júst Wembley í vikuskiftinum.
Manchester City vann heilt sum væntað á Sheffield United, og var tað Riyad Mahrez, ið gjørdist heilt stóri maðurin. Royndi vongurin úr Algeria gjørdi hattrikk. Fyrsta málið var brotsspark stutt fyri hálvleik, ið Mahrez trygt umsetti til mál. Tá ein tími var spældur, vann hann bóltin á miðjum vølli og fór allan vegin sjálvir - fimm minuttir seinni staðfesti Riyad Mahrez hattrikki og City-sigurin, tá hann setti gylta vinstra fótín á flata tvørsending frá Jack Grealish.
Sí málini her (Kelda: The FA)
Hetta er fyrstu ferð síðani 2019, tá City vann kappingina, at liðið hjá Pep Guardiola er í finaluni. Manchester United hevur ikki verið í FA Cup-finaluni síðani 2019 men skulu í juni aftur til Wembley. Einki mál kom í 120 minuttir, har Brighton var nakað omaná.
Bæði liðini skoraðu uppá sínu fyrstu seks brotsspørk, men so skeyt Solly March langt uppum. Victor Lindelöf kundi avgera fyri liðið hjá Erik ten Hag, sum varð sent úr Europa League í Sevilla hósdagin, men sum eftir málið hjá kalda svianum í gjár er í steypafinalu nummar tvey í ár.
FA Cup hálvfinalur
Wembley - leygaardagin 22.04
Manchester City - Sheffield United 3-0 (1-0)
Wembley - leygardagin 23.04
Manchester United - Brighton 7-6 eftir brotssparkskapping (0-0 eftir vanliga leiktíð)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald