Seinasti dysturin í 20. umfari í Premier League varð leiktur í gjárkvøldið- Upprunaliga skuldi talan verða um tveir dystir, men Everton-Newcastle varð útsettur, eins og tveir dystir týsdagin vóru - allir vegna nógvir koronutilburðir í hópum.
Manchester United skuldi royna at vaska vónbrotið og vánaliga avrikið í Newcastle týsdagin av sær, tá Burnley, ið ikki hevði spælt í 17 dagar vegna koronuútbrot, vitjaði í gjárkvøldið. Tað eydnaðist partvíst, tí heimaliðið kom á odda 3-0, tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og hóast royndi Aaron Lennon og javnaði stutt seinni, so kom sigurin ongantíð veruliga í vanda.
Scott McTominay legði United á odda longu í 8. minutti við góðum skoti stutt uttanfyri brotsteignum, Jadon Sancho stóð fyri tí mest av 2-0 málinum tíggju minuttir seinni - 21-ára gamli vongurin, ið als ikki hevur sligið ordliga til fyri United, fekk tó helst ikki skrásett sítt fyrsta mál á Old Trafford, tí skotið hevði helst ikki farið í mál, uttan so at tað rakti fótin hjá Ben Mee áðrenn. Í 35. minutti økti Cristiano Ronaldo við sínum áttanda Premier League-máli í ár, tá 36-ára gamli áleyparin beindi ein returbólt í málið.
Ralf Ragnick hevur nú tíggju stig í sínum fýra dystunum sum fyribils høvuðsvenjari, men tríggir av teimum eru spældir móti liðum, sum liggja undir niðurflytingarstrikuni. Um hugt verður eftir avrikum og spælið hesar dystirnar, og í kappingarárinum sum heild, so sær Manchester United ikki út sum eitt lið, sum fer at megna at enda í topp-fýra og harvið fáa Champions League-pláss og so langt frá eitt, sum hevur sama støði sum ovastu liðini. Eftir úrslitið í gjár eru fýra stig upp til Arsenal á fjórða plássi, sum hevur leikt ein dyst fleiri enn United, sum er nummar seks. West Ham hevur eins nógv dystir, sum United hevur, men hevur leikt ein dyst fleiri - Tottenham hevur eitt stig og ein dyst færri.
Seinasta dag í árinum er eingin Premier League-fótbóltur, men tíbetur fyri fótbóltshyggjarar kring heimin verður longu byrjað aftur við nakrar tímar inn í nýggja árið - Arsenal - Manchester City seta hol á Premier League-árið og 21. umfar klokkan 12.45 1. januar.
Premier League 20. umfar
Í gjár - hósdagin 30.12
Manchester United - Burnley 3-1 (3-1)
Útsettur orsakað av koronu:
Everton - Newcastle
Mikudagin 29.12
Chelsea - Brighton 1-1 (1-0)
Brentford - Manchester City 0-1 (0-1)
Les eisini: City sigraði og rennur avstað
Týsdagin 28.12
Leicester - Liverpool 1-0 (0-0)
Crystal Palace - Norwich 3-0 (3-0)
Southampton - Tottenham 1-1 (1-1)
Watford - West Ham 1-4 (1-2)
Útsettir orsakað av koronu:
Arsenal - Wolves
Leeds - Aston Villa
Les eisini:
Tottenham snávaði við yvirtali í Southampton
Liverpool fekk einki við úr Leicester
Støðan sæst her - dystarskráin fyri 21. umfar, ið er 1. - 3. januar her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald