Fyrri helmingurin av fimta umfarið í Champions League-bólkaspælinum var á skránni í gjárkvøldið. Her sæst eitt yvirlit yvir bólkarnar.
Champions League-bólkaspæl, 5. umfar
Týsdagin 23.11
Bólkur E
Dynamo Kiev - Bayern Munchen 1-2 (0-2)
FC Barcelona - Benfica 0-0
1.Bayern 15 stig
2.Barcelona 7 stig
3.Benfica 5 stig
4.Dynamo Kiev 1 stig
Víðari
Robert Lewandowski skoraði tað fyrsta av teimum samanlagt tjúgu málunum í gjárkvøldið, og tað var vorðið sum mál: Toppskjúttin í kappingini fekk sítt níggjunda mál, tá hann hegnisliga saksaði bóltin í málið. 1-2 í kuldanum og nakað av kava í Kiev hevur ikki stóra ávirkan á kappingina, men tað ger, at Bayern framvegis hevur fult stigatal, og at Dynamo Kiev endaliga er úti og heldur ikki kann koma í Europa League.
Á Camp Nou kom einki mál í fyrsta Champions League-dystinum hjá Xavi sum venjara. Fyrrverandi miðvallarin hjá Barcelona kann fegnast um fleiri ting í spælinum hjá liði sínum, ið kom til fleiri málmøguleikar og fekk eitt mál kolldømt í 2. hálvleiki, men tað var Seferovic hjá Benfica, sum burdi avgjørt dystin í yvirtíðini, tá hann onkursvegna lyfti bóltin framvið Barcelona-málinum. Fyritreytirnar eru framvegis trupular hjá Barcelona: Liðið skal helst vinna í Bayern í síðsta umfarinum, tí Benfica er stórfavorittur heima móti Kiev. Um Barca ikki megnar at vinna á liðnum hjá Nagelsmann, og Benfica samstundis vinnur, so er tað portugisiska liðið, sum kemur í áttandapartsfinalurnar.
6. og seinasta leikumfar - 08.12
Bayern München - FC. Barcelona
Benfica - Dynamo Kiev
Xavi er maðurin, ið skal lyfta FC Barcelona - barndómsfelag sítt - aftur. Hann hevur eina stóra uppgávu fyri framman
Bólkur F
Villareal - Manchester United 0-2 (0-0)
Young Boys - Atalanta 3-3 (1-1)
1. Manchester United 10 stig
2. Villareal 7 stig
3. Atalanta 6 stig
4. Young Boys 4 stig
Víðari
Tað var einki vakurt spæl ella eitt heilt sannførandi avrik í fyrsta dystinum hjá United undir Micheal Carrick, men liðið úr Macnhester fekk arbeiðið gjørt í Villareal og spældi seg harvið víðari. At Bruno Fernandes og Marcus Rashford komu á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki hjálpti, men tað var gott trýst frá Fred í samband við vágið og sløsut uppspæl frá heimaliðnum og ein skjót og hegnislig atgerð frá Cristiano Ronaldo, ið sendi útiliðið á vinnarakós í 78. minutti. Sætta málið hjá 36-ára gamla áleyparanum í kappingini, har hann í ár hevur verið sera avgerandi fyri United, og og stutt fyri dystarlok fekk ein vælupplagdur Jadon Sancho sítt fyrsta mál fyri felagið, tá hann endaði eina "mynstur-umstilling" við at smekka bóltin í málið umvegis yvirleggjaran. Eitt gott úrslit hjá United mitt í ógvuliga tungum tíðarskeiði.
Villarael skal spæla finalu um 2. plássið í bólkinum um tvær vikur í Bergamo. Atalanta vann sær ikki fyrimunin til tann dystin í gjárkvøldið, hóast italska liðið var á odda tvær ferðir í Sveis. Í 84. minutti í málríka dystinum kom Young Boys, ið við sigri framvegis hevði havt møguleika at koma víðari, á odda, men gleðin var stokkut, tí júst innskifti Luis Muriel javnaði í 88. minutti.
6. og seinasta leikumfar - 08.12
Atalanta - Villareal
Manchester United - Young Boys
Bólkur G
Lille - Salzburg 1-0 (1-0)
Sevilla - Wolfsburg 2-0 (1-0)
1.Lille 8 stig
2. Salzburg 7 stig
3. Sevilla 6 stig
4. Wolfsburg 5 stig
Í tí bólkinum, sum helst er minst áhugaverdur á pappírinum - eingin evropeisk stórfeløg og einki lið, sum sannlíkt er kemur langt - er stórur spenningur. Eftir úrsltiini í gjár, har liðið sum var nummar tvey vann á liðnum, ið var nummar eitt áðrenn, og har Sevilla lyfti seg upp um Wolfsburg er greitt, at øll fýra framvegis hava møguleikan at spæla seg víðari.
6. og seinasta leikumfar - 08.12
Wolfsburg - Lille
R.B Salzburg - Sevilla
Bólkur H
Malmö FF - Zenit St. Pætursborg 1-1 (1-0)
Chelsea - Juventus 4-0 (1-0)
Chelsea 12 stig
Juventus 12 stig
Zenit 4 stig
Malmö 1 stig
Víðari
Chelsea er oddalið í Premier League og nú eisini á odda í bólki H. Champions League-meistararnir vunnu í gjárkvøldið knúsandi sigur á Juventus, ið frammaundan hevði fult stigatal. Liðið hjá Thomas Tuchel spældi frálíka væl; Trevoh Chalobah, Reece James, Callum Hudson-Odoi og Timo Werner skoraðu málini á Stamford Bridge.
Chelsea roynir at verja heitið - Reece James, ið fegnast undir liðuni á liðformanninum Azpilicueta her, skoraði eitt flott mál í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Í Malmö var heimaliðið í yvir ein tíma á veg móti sínum fyrsta sigri í bólkinum, eftir at danin Søren Rieks hevði skorað, men í yvirtíðini skoraði Zenit uppá sítt broptsspark nummar tvey í dystinum - Artem Dzyuba brendi ta fyrra. Ein stórur smeitur hjá liðnum hjá Jon Dahl Thomassen, í mun til at koma í Europa League.
6. og seinasta leikumfar - 08.12
Zenit - Chelsea
Juventus - Malmö
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald