
Tríggir dystir eru á skránni í Premier League í dag.
Á Old Trafford skuldi Manchester royna at byggja víðari á flottu sigrarnar móti Tottenham og Mancheser City, meðan Duncan Ferguson skuldi royna at byggja víðari á flotta sigurin móti Chealsea í hansara fyrsta dysti sum Everton venjari.
Tað var Everton sum fekk fyrsta málið í dystinum, tá Victor Lindelöf var óheppin at beina bóltin í egið mál tíggju minuttir fyri steðgin. United hevur havt tað trupult við leiklutinum sum favorittar, og soleiðis var eisini í dag. Hóast teir høvdu bóltin nógv, so høvdu teir tað trupult við at niðurbróta Everton verjuna og at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. United fekk tó tað útjavnandi málið tá innskifti Mason Greenwood skoraði til endaliga úrsliti 1-1.
Tottenham fekk ein góðan sigur í stríðnum um topp-4, tá teir vunnu 1-2 á útivølli ímóti Wolves. Tað var Lucas Moura, sum legði Tottenham á odda við flottum máli tá átta minuttir vóru leiktir. Um hálvan seinna hálvleik javnaði Adama Traore fyri Wolves. Leingi sá út til, at dysturin fór at enda við javnleiki, men í yvirtíðini skoraði Jan Vertonghen til 1-2, ið gjørdist endaliga úrsliti.
Klokkan 16.30 er ein stórdystur á skránni tá Arsenal tekur ímóti Manchester City.
17. umfar
14. desember
Liverpool - Watford 2-0 (1-0)
1-0 Mohammed Salah
2-0 Mohammed Salah
Les eisini: Salah sendi Liverpool 11-stig frammum Leicester
Burnley - Newcaslte 1-0 (1-0)
1-0 Chris Wood
Chelsea - Bournemouth 0-1 (0-1)
0-1 Dan Gosling
Leicester - Norwich 1-1 (1-1)
0-1 Teemu Pukki
1-1 Sjálvmál
Sheffield United - Aston Villa 2-0 (2-0)
1-0 John Fleck
2-0 John Fleck
Les eisini: Leicester og Chelsea snávaðu á heimavølli
Southampton - West Ham 0-1(0-1)
0-1 Sebastien Haller
15. desember
Manchester United – Everton 1-1 (0-1)
0-1 sjálvmál
1-1 Mason Greenwood
Wolves – Tottenham 1-2 (0-1)
0-1 Lucas Mooura
1-1 Adama Traore
1-2 Jan Vertonghen
16:30: Arsenal – Manchester City
16. desember
Crystal Palace - Brighton
Støðan:
1. Liverpool (49 stig)
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (32 stig)*
4. Chelsea (29 stig)
5. Tottenham (26 stig)
6. Manchester United (25 stig)
7. Sheffield United (25 stig)
8. Wolves (24 stig)
9. Arsenal (22 stig)*
10. Crystal Palace (22 stig)*
11. Newcastle (22 stig)
12. Burnley (21 stig)
13. Brighton (19 stig)*
14. Bournemouth (19 stig)
15. West Ham (19 stig)
16. Everton (17 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald