
Í fyrsta dystinum í 17. umfari vann Liverpool 2-0 á Anfield móti botnliðnum Watford. Liðið hjá Klopp styrkti harvið um sína støðu í oddinum, og av tí at Leicester fyri løtu síðani ikki megnaði at vinna á Norwich.
Liðið hjá Brendan Rodgers kom afturum eftir 25 minuttir, tá Teemu Pukki sló til. Inntensiteturin á King Power leikvøllinum var høgur - útjavnandi málið hjá heimaliðnum eftir horna. Í fyrstu syftu sá tað út til, at Jamie Vardy hevði skorað í níggjunda dystinum á rað, men talan gjørdist um eitt upplegg til málverjan Tim Krul, ið varð skrásettur fyri sjálvmál. Leicester trýsti víðari í 2. hálvleiki, men tað eydnaðist ikki av álvara at seta trýst á. Gott stig til Nowrich, meðan Leicester nú er tíggju stig frá oddasessinum.
Chelsea tapti annað vikuskifti á rað. Einsamalla málið á Stamford Brigde kom fimm minuttir fyri leiklok. Ein smeitur hjá Lampard og hansara monnum, og nú er topp-fýra stríðið víðopið.
Sheffield United heldur fram við sínum góða kappingarári og er í løtuni á 5. plássi. Burnley fekk ein týdningarmiklan sigur á Newcastle.
17. umfar
14. desember
Liverpool - Watford 2-0 (1-0)
1-0 Mohammed Salah
2-0 Mohammed Salah
Les eisini: Salah sendi Liverpool 11 stig frammum Leicester
Burnley - Newcaslte 1-0 (1-0)
1-0 Chris Wood
Chelsea - Bournemouth 0-1 (0-1)
0-1 Dan Gosling
Leicester - Norwich 1-1 (1-1)
0-1 Teemu Pukki
1-1 Sjálvmál
Sheffield United - Aston Villa 2-0 (2-0)
1-0 John Fleck
2-0 John Fleck
17.30: Southampton - West Ham
Støðan:
1. Liverpool (49 stig) *
2. Leicester (39 stig) *
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) *
5. Sheffield United (25 stig) *
6. Manchester United (24 stig)
7. Wolves (24 stig)
8. Tottenham (23 stig)
9. Arsenal (22 stig)
10. Crystal Palace (22 stig)
11. Newcastle (22 stig) *
12. Burnley (21 stig) *
13. Brighton (19 stig)
14. Bournemouth (19 stig) *
15. Everton (17 stig)
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig) *
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig) *
20. Watford (9 stig) *
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald