placeholder
Fótbóltur

Salah sendi Liverpool 11 stig frammum Leicester

Tað var ikki eyðsýndur klassamunur á oddaliðnum og botnliðnum í Premier League, men nummar 11 hjá Liverpool sló til tvær ferðir.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-12-14 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 17. umfari í Premier League varð leiktur á Anfield fyri løtu síðani. 

Watford fór frískliga til uppgávuna móti oddaliðnum og hevði ígjøgnum dystir nakrar góðar støður. Onkrar komu orsakað av feilum hjá Liverpool; m.a var Van Dijk nær við at alvera bóltin í egið mál. 

[object Object]
Mohammed Salah leggur her Liverpool á odda 1-0. Hann hevur nú níggju mál í Premier League (Mynd: EPA) 

Liverpool helt tó málið reint, og tað var nummar 11, ið við tveimum málum syrgdi fyri, at Liverpool í løtuni er 11 stig á odda í Premier League. Stutt fyri steðgin fekk egyptin eina alvering frá Mané í dýbdina, og eftir eitt trekk inn í brotsteigin sendi vinstrabeinti kantleikarin bóltin hegnisliga í longra málhorn við høgra beininum. Dysturin varð ikki avgjørdur fyrrenn í yvirtíðina, tá Salah á flottan hátt beindi eitt miseydnað skot frá Origi í málið.

Liverpool er flúgvandi og hevur 49 stig útav 51 møguligum. Leicester skal um eina løtu royna at minka um munin aftur.

17. umfar
14. desember

Liverpool - Watford 2-0 (1-0)
1-0 Mohammed Salah
2-0 Mohammed Salah

15.00: Burnley - Newcaslte
           Chelsea - Bournemouth
           Leicester - Norwich
           Sheffield United - Aston Villa 

17.30: Southampton - West Ham

Støðan: 

1. Liverpool (49 stig) *
2. Leicester (38 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) 
5. Manchester United (24 stig)  
6. Wolves (24 stig)
7. Tottenham (23 stig)
8. Sheffield United (22 stig)
9. Arsenal (22 stig)
10. Crystal Palace (22 stig)
11.  Newcastle (22 stig)
12. Brighton (19 stig)
13. Burnley (18 stig)
14. Everton (17 stig)
15. Bournemouth (16 stig)
16. West Ham (16 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig) *

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder