Kappróður

Mannfall í nevndini í RSF

Av persónligum ávum hava tríggir av einans fýra nevndarlimum í RSF biðið um at vera loystir frá nevndaruppgávum. Í fleiri ár hevur tað verið trupult at fáa nýggj fólk í nevndina.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-20 16:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánakvøldið 30. september hevur nevndin í Róðrarsambandinum kallað øll róðrarfeløg inn til eykaaðalfund. Einasta mál á skránni er nevndarval.

Tríggir av verandi nevndarlimum hava nú, vegna persónligar orsøkir, biðið um at verða loystir frá nevndaruppgávunum sum skjótast. Harímillum forkvinnan og næstforkvinnan.

Í fleiri ár hevur Róðrarsambandið havt trupulleikar við at fáa nýggj fólk í nevndina, sum sambært lógum sambandsins eigur at telja seks limir. Í løtuni eru tó einans fýra nevndarlimir, og hetta hevur lagt eitt óneyðugt stórt arbeiðstrýst á tey fáu, sum manna nevndina.

Øll limafeløgini fingu kunning um støðuna 19. juli og eru biðin um at finna nýggj fólk til nevndina í Róðrarsambandinum (RSF). Freistin at senda inn uppskot er mikudagin 25. september.

Føroyskur kappróður og luttøka í inniróðri hevur havt undanvind seinastu árini, og tí er tað  hugstoytt at síggja, at áhugin fyri at sita í nevnd er minkandi, skrivar rsf.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder