Hondbóltur

Mansfinalan byrjar leygarkvøldið klokkan 19

18 steypafinalur verða leiktar í Høllini á Hálsi um vikuskiftið - allar uttan finalan hjá kvinnum. H71 skal sambært skránni spæla evropeiskan dyst sunnukvøldið.

Eins og í fjør spæla Neistin og H71 í finaluni hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eins og í fjør spæla Neistin og H71 í finaluni hjá monnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-15 13:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanligt er, at finalan hjá kvinnum byrjar klokkan 13.30 leygardag og tann hjá monnum klokkan 16.

Í ár hevur verið neyðugt at flutt kvinnufinaluna, tí H71 hevur spælt seg í hana, og hoyvíkskvinnur hava avrikað so mikið væl í Evropa í vetur, at tær sunnudagin skulu spæla fjórðingsfinalu í EHF Europa Cup.

Hesin dysturin, móti ukreinska Galychanka Lviv, er partur av steypafinaluskránni, sum Hondbóltssamband Føroya í dag hevur lagt út.

- Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar í Høllini á Hálsi. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo.

- Finalurnar verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, útvarpi, stroyming og tekstafrásøgnum. Kringvarpið sendir mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum og fer FM1 eisin at útvarpa dystin. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum.

Merkisvert er, at mansfinalan er síðst á skránni leygardagin og byrjar tríggjar tímar seinni, enn hon vanliga ger. Tað eru aftur í ár H71 og Neistin, ið eru í henni. Annars eru heili 17 ungdómsfinalur á skránni, so talan verður um stórt hondbóltsvikuskifti.

Leiksskráin

Fríggjadagin 18. februar:
kl. 18.30 G16: H71 – Kyndil
kl. 20.00 D16: StÍF – H71

Leygardagin 19. februar:
kl. 09.00 G10B: H71 b – EB
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: StÍF b – H71 b
kl. 11.25 D12B: Tjaldur b – Kyndil a
kl. 12.10 G10A: H71 a – Neistin a
kl. 12.50 D10A: StÍF a – Neistin a
kl. 13.30 G12A: StÍF a – Neistin a
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 G18: Neistin – H71
kl. 19.00 Menn: Neistin – H71

Sunnudagur 20. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: VÍF b – EB a
kl. 14.30 D14B: ÍA – EB
kl. 15.30 G14A: VÍF a – H71 a
kl. 16.30 D14A: Neistin a – H71 a
kl. 17.30 D18 H71 – VÍF

----------------------------------------
kl. 20.00 EC H71 – Galychanka Lviv


Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF:
Handball Faroe Islands – YouTube

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder