Hondbóltur

Maria og Horsens á endaspælsplássi eftir umráðandi sigur

Unga føroyska landsliðskvinnan skoraði trý mál og legði upp til fýra mál í sigri á Skanderborg, sum var uttan Súnu Hansen. Rakul Wardum og Ringkøbing taptu tepurt móti nýggja liðnum hjá Claus Mogensen.

2025-02-20 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 19. februar, vórðu fýra dystir spældir í fremstu donsku kvinnudeildini. Tveir teirra vóru sum so føroyingauppgerðir.

Súna Krossteig Hansen var ikki við fyri Skanderborg. Hon hevur verið rakt av sjúku í seinastuni tíðina, og tí var "bert" ein føroyskur landsliðsspælari á vøllinum í Horsens í gjárkvøldið.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var eisini eyðsýnd. 20-ára gamli bakspælarin var við í fleiri málum í serliga 1. hálvleiki, sum endaði 17-11.

Skanderborg megnaði ikki heilt at koma inn í dystin, og góða gongdin hjá Horsens (HH Elite) heldur fram. Liðið hjá Mariu Nólsoy er eftir 27-23 sigurin á endaspælsplássi - nummar átta í deildini. Hetta merkir, at sum nú er er HH Elite burtur frá niðurflytingarvanda.

Støðan í Kvindeligaen

Maria hevur havt fleri góðar dystir eftir EM-endaspælið. Í gjár skoraði 20-ára gamli bakspælarin trý mál og legði upp til fýra onnur - tvey av hesum vóru vunnin bortskøst. Sambært tophaandbold.dk var Maria Pálsdóttir Nólsoy tann næst mest effektiva hjá Horsens eftir suverena toppskjúttan Mai Kragballe. 

Sí eisini: Maria Nólsoy stóran leiklut í týðandi sigri

[object Object]Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur nógv at smílast um fyri tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Ringkøbing var nær við at skapa eitt stórt úrslit í gjár. Rakul Wardum var bert inni til tvey brotskøst - men bjargaði tí eina av teimum.  

Tað kundi verið nóg mikið til at fáa stig móti Ikast, tí munurin var bert eitt mál, tá samanumkom. Ringkbing fylgdi við liðnum á 2. plássinum allan vegin, men tað endaði 25-26 í Ringkøbing.

Claus Mogensen, høvuðsvenjari hjá landsliðnum, er nú hjálparvenjari hjá Ikast. 

Sí eisini: Claus Mogensne hevur fingið nýtt venjarastarv

[object Object]
Rakul Wardum bjargaði einum brotskasti fyri Ringkøbing (Mynd: Sverri Egholm)

Liðið hjá landsliðsmálverjanum hevur staðið seg væl higartil í 2025, men er framvegis ikki fleiri enn trý stig frá aftasta plássinum.

Støðan í Kvindeligaen sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder