Fótbóltur

Marius Thomassen nýggjur formaður í AB

Hann avloysir Doris Vang Rasmussen, ið hevur verið forkvinna í trý ár og í nevndini meginpartin av teimum seinastu 13 árunum. Fimm fólk eru nýggj í starvsnevndini í Argja Bóltfelag.

Nýggja nevndin í Argja Bóltfelag (Mynd: ab.fo)

Nýggja nevndin í Argja Bóltfelag (Mynd: ab.fo)

2020-02-28 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Argja Bóltfelag hevði í gjárkvøldið aðalfund, har nøkur fólk takkaðu fyri seg, og nøkur nýggj bjóðaðu seg til. 

AB skrivar á heimasíðu sínari, at rættiliga nógv fólk møttu á aðalfundinum, og felagið fekk so at siga eina heilt nýggja nevnd.

Í nevndini hjá AB seinasta árið hava sitið Doris Vang Rasmussen, Anja Rasmussen, Ørvur Andreasen og Mourits Joensen. Tey trý sum stóðu fyri vali, Doris, Ørvur og Mourits, boðaðu frá, at tey tóku ikki við afturvali. Anja Rasmussen stóð ikki fyri vali í ár. Hon heldur fram í nevndini.

Doris Vang Rasmussen varð vald í nevndina hjá AB í 2007 og hevur mestsum uttan slit sitið í nevndini síðani tá, harav seinastu 3 árini sum forkvinna. Doris takkaði fyri seg á fundinum og segði, at hon helt at stundin var komin at taka seg aftur og lata onnur taka yvir. 

Durita Sloan Dal-Christiansen, Marius Thomassen, Dánjal Jákup Hansen og Kristian Martin Skála vórðu vald í nevndina. Valgerð Andreasen og Jens Petur Andreasen vórðu vald sum tiltakslimir.

Nevndin skipaði seg aftaná aðalfundin, og er starvsnevndin hjá AB nú hendan:

Marius Thomassen, formaður
Durita Sloan Dal-Christiansen, næstforkvinna
Anja Rasmussen, skrivari
Dánjal Jákup Hansen, kassameistari
Kristian Martin Skála, nevndarlimur

Valgerð Andreasen, tiltakslimur
Jens Petur Andreasen, tiltakslimur.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder