Fótbóltur

Marrukent móti Moldova

Útiliðið revsaði Føroyar hart tíðliga í 2. hálvleiki, og sum heild gjørdi liðið hjá Håkani Ericson ov lítið rætt í avgerandi partinum fyri at vinna móti nummar 164 í heiminum.

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2023-09-10 18:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ov lítið av góðska í innleggunum, spælarar á "skeivum" staði ella ov lítið ágangandi í brotsteignum. Ov nógvir bóltmissir mitt fyri, og ov lítið avgjørdir samanlagt.

Føroyska A-landsliðið hevði, sum ætlað, bóltin væl meira á Tórsvølli í kvøld, men fyriuttan fyrstu stóru løtuna vóru moldovar neyvari og meira vandamiklir.

Hóast spælið, avrikið og sonevnda úttrykkið var heilt gott fyrsta hálva tíman ella so, har Føroyar hildu trýstinum, so er tað hugstoytt, at Føroyar aftur fóru av vøllinum uttan stig.

Tað er eisini hugstoytt, at man tapir á heimavølli fyri Moldova, sum á pappírinum er nummar 164 í heiminum. Føroyar vunnu á hesum liðnum 7. september 2021, har okkara tyktuskt serliga fysiskt av álvara omaná. 

Jákup Biskopstø Andreasen misti púra óneyugt bóltin á hálvuni hjá Moldova í føroyskari álopsstøðu tíðliga í 2. hálvleiki, og okkara fingu ikki "umvælt" nóg skjótt. Føroyar stóðu høgt, og moldovar vóru kvikir og effektivir.

Sum heild var Moldova meira vandamikið, hóast Føroyar høvdu bóltin nógv meira. Heimaliðið hevði ikki eitt veruligt skot á mál í dystinum, og hetta er ikki nóg gott. Klæmint Andrasson Olsen og hinir fingu ikki nóg nógv burturúr, og at man skifti fleiri meira "verjukendar" spælarar inn gjørdi ikki góðan mun.

Í 89. minutti stútaði Gunnar Vatnhamar innlegg úr vinstru beint framvið, men nærri komu Føroyar ikki. Tað endaði 0-1, og Føroyar eru langt niðast við einum stigi í bólkinum. At man skal fáa stig móti Póllandi í oktober ella Albania úti í november tykist ógvuliga ósannlíkt, og ein ávís afturgongd tykist at síggjast á ymsan hátt.

EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 10. september, á Tórsvølli
Føroyar - Moldova 0-1 (0-0)
53' Vadim Rata 0-1

Føroyar (4-4-2): 
Mattias Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen (46' René Shaki Joensen), Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Andrass Johansen - Klæmint Andrasson Olsen, Jóan Símun Edmundsson 

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: 
Sølvi Vatnhamar, Hannes Agnarsson (64'), Hørður Askham og Stefan Radosavljevic (80') 

Áskoðaratal: 2.710

Støðan eftir fýra umfør: 
Kekkia 8 stig 
Moldova 8 stig *
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig* 

*Ein dyst fleiri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder