Tveir teir seinastu sáttmálarnir hjá B36 hava verið við leikarar, sum kunnu roknast við at verða umkring landsliðið í næstum og sum nú koma aftur til Føroyar at spæla: Sonni Ragnar Nattestad og Meinhard Egilsson Olsen koma helst beinanvegin at gera mun í Betrideildini.
B36 hevur seinastu árini fingið fleiri ungar leikarar ígjøgnum, og í vikuni er sáttmáli gjørdur við 16 ára gamli Martin Agnarsson. Talan er um tvey-ára ára sáttmála.
Martin, sum mest spælir á miðvøllinum, spældi leygardagin sín fyrsta dyst í 1. deild, og hann hevur vant við Betri hópinum í nakrar vikur í ár.
Stóribeiggi Martin er Hannes Agnarsson, sum seinastu árini hevur spælt við besta liðnum hjá B36 seinastu árini. 20-ára gamli leikarin verður ikki partur av B36-hópinum fyrsta partin av árinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald