
Í vetur skifti Martin Klein Joensen til B68 úr Víkingi. Eftir nøkur góð ár í barndómsfelagnum, við stórum effektiviteti, varð spælitíðin ov lítil fyri áleyparan eftir afturvendanina úr Íslandi.
Nú er tíðin á Toftum av. B68 boðar í dag frá, at sáttmálin fyri restina av kappingarárinum er uppsagdur.
Mynd: B68
Tað er ikki heilt greitt, hví partarnir hava valt hetta.
Martin Klein Joensen hevur verið skaddir ein part av tíðini á Svangaskarði. 25-ára gamli gøtumaðurin spældi tó í tólv dystum og skeyt trý mál fyri felagið á Toftum.
B68 spælir heimadyst móit HB í Fuglafirï í morgin. Hetta tí at nýtt graslíki í løtuni verür lagt á, á Svangaskarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald