Fótbóltur

Martin Klein Joensen til íslendskan fótbólt

Víkinga-áleyparin hevur skorað 16 mál í Betrideildini í ár og samanlagt 35 síðstu árini. Næstu tvey kappingarárini spælir Martin í Njarðvík, sum er í næstbestu íslendsku deildini.

Martin Klein Joensen fer nú at royna fótbóltseydnuna uttanfyri landoddarnar. Víkingur verður mannin, ið er triðovast á toppskjúttalistanum, fyriuttan næstan kappingarár. Hann fer til sama felag, ið Kaj Leo í Bartalsstovu hevur spælt við seinastu mánaðirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Martin Klein Joensen fer nú at royna fótbóltseydnuna uttanfyri landoddarnar. Víkingur verður mannin, ið er triðovast á toppskjúttalistanum, fyriuttan næstan kappingarár. Hann fer til sama felag, ið Kaj Leo í Bartalsstovu hevur spælt við seinastu mánaðirnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-23 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur veruliga fingið gongd á málskjótingina aftur seinastu mánaðirnar, og í september hann varð kosin besti spælari í Betrideildini. Samanlagt hevur lágvaksni men kviki áleyparin skorað 16 mál í 25 landskappingardystum í ár og er triðovast á toppskjúttalistanum.

Sí eisini: Sølvi fær helst gullskógvin aftur

23-ára gamli Martin Klein Joensen hevur verið eitt gott vápn í Víkingi-álopinum í tíðini hjá Jóhan Peturi Poulsen. Hetta er triðja kappingarárið hjá Martini í Betrideildini, har áleyparin samanlagt hevur skorað 35 mál í 75 dystum. Harvið næstan mál í øðrum hvørjum dysti í miðal, og 9'arin hevur í fleiri tíðarskeiðum ikki byrja inni.

Martin Klein Joensen hevur verið nýttur sum innskiftari ofta, og hevur hann hegni og eitt serstakt "innstinkt". Millum annað varð gøtumaðurin skiftur inn í steypafinaluni í fjør, rann djúpt og vann brotssparkið, ið Sølvi Vatnhamar avgjørdi finaluna við.

[object Object]
Martin eftir eitt av sínum avgerandi málum fyri Víking (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Hann hevur áður eisini umboðað NSÍ. Nýggja felagið eitur Njardvík, har syðrugøtumaður hevur spælt í ár (Mynd: UNGMENNAFÉLAG NJARÐVÍKUR)

Nú er greitt, at fótbóltsframtíðin hjá hjá Martini Klein liggur í Reykjavík-økinum. Landafrøðiliga liggur Njarðvík tætt við Keflavík og Reykjavík, og størsta felagið í lítla íslendska býnum spælir í næstbestu íslendsku deildini.  

Njarðvík hevur í dag boðað frá, at felagið hevur gjørt tvey-ára sáttmála við 23-ára gamla føroyska áleyparan, sum kemur úr felagnum Víkingi.

- Hetta er sanniliga ein spennandi spælari, og tað verður stuttligt at síggja hann í grønu blusuni næsta kappingarár.

Hetta skrivar umfn.is eftir at greitt verður frá málum og avrikum hjá nýggja spælaranum í gamla felagnum. 

Njarðvík endaði á 10. plássi í næstbestu íslendsku deildini, har tólv lið eru. Tað eydnaðist við bit og slit at sleppa undan niðurflyting. Kaj Leo í Bartalsstovu, ið eisini hevur slitið sínar barnaskógvar í Sarpugerði, spældi seinnu hálvu av 2023 við felagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder