Fótbóltur

Martin Retov skal venja Brøndby

Retov verður venjari tað sum eftir er av kappingarárinum.

Martin Retov (Mynd: Ritzau Scanpix)

Martin Retov (Mynd: Ritzau Scanpix)

2019-02-19 18:57 Author image
Ari av Rana
placeholder

Alexander Zorniger varð í gjár koyrdur sum venjari hjá danska stórfelagnum Brøndby. Í dag er greitt, at tað verður hjálparvenjarin, Martin Retov, sum fer at standa á odda fyri liðinum tað sum eftir er av kappingarárinum.

Við sína lið hevur Martin Retov týska Matthias Jaissle sum hjálparvenjara.

Ítróttarstjórin, Ebbe Sand, sigur, at Retov og Jaissle gjørdu eitt framúr arbeiðið sum hjálparvenjarar hjá Zorniger

Fyrsta uppgávan hjá Retov og Jaissle verður heimadysturin móti Randers FC tann 24. februar.

Retov spældi sjálvur við Brøndby frá 2002 til 2008.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder