Fyri tveimum vikum síðani, nakrar fáar tímar áðrenn danska flytingarvindeygað lat aftur, keypti Aarhus Fremad Martin Agnarsson leysan úr Viborg.
Les eisini: Vilborg hevur selt Martin Agnarsson
Ungi vinstri bakkurin var nógv darvaður av skaðum í tíðini í Superliga-felagnum, og hevur nú tikið eitt fet ella tvey niður í mun til stig. Tað at spæla við Aarhus Fremad í triðbestu donsku deildini fer tó at geva unga havnarmanninum meira spælitíð á rímiligum vaksnamannastigi.
Martin hevur verið við U21-landsliðnum og spældi sínar fyrstu minuttir fyri nýggja felagið sunnudagin seinnapartin. Hetta eydnaðist bara heilt væl, tí Fremad vann í Thisted, og Martin Agnarsson skoraði.
Vinstrabeinti føroyingurin varð skiftur inn í 70. minutti, tá støðan var 1-0 til hansara lið, og seks minuttir seinni sló Martin til. Tað endaði við 2-0 sigri móti U21-landsliðsliðfelagnum Heina Fossdalsá Sørensen.
20-ára gamli Heini Fossdalsá Sørensen hevur seinastu mánðairnar spælt fast í Thisted
Anders Holvad hevur eitt FM-gull við KÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hitt málið hjá Aarhus Fremad skoraði Anders Holvad. Royndi danski áleyparin spældi við KÍ í fimm mánaðir í 2022.
Eftir 7. umfar í 2. Division liggur Aarhus Fremad á 2. plássi og harvið væl fyri í uppflytingarstríðnum. Heini Sørensen og Thisted liggja triðniðast í deildini við tólv liðum. Bæði føroyingafeløgini í deildini spæla aftur næsta vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald