Fótbóltur

Meinhard E. Olsen aftur í B36

Eftir eitt kappingarár í Kristiansund í Noregi vendir runavíkingurin aftur til B36.

Meinhard E. Olsen í dysti fyri Kristiansund móti Manchester United (Savnsmynd)

Meinhard E. Olsen í dysti fyri Kristiansund móti Manchester United (Savnsmynd)

2020-03-05 08:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

B36 hevur tryggjað sær enn eina undirskrift áðrenn fótbóltskappingarbyrjan. Felagið kundi í gjár kunngera, at tað hevur skrivað sáttmála við álopssinnaða miðvallaleikaran Meinhard Egilsson Olsen.

Meinhard spældi við B36 í 2017 og 2018, tá hann valdi at fara víðari til norskan fótbólt og felagið Kristiansund BK.

Men nú gongur leiðin heimaftur, og 22 ára gamli miðvallarin, sum er uppaldur sum fótbóltsspælari í NSÍ, hevur gjørt sáttmála við B36.

Sambært Wikipedia er Meinhard skrásettur fyri 11 dystir og onki mál á besta liðnum hjá Kristiansund.

- Eg treivst sera væl, tá eg var í B36 í 2017 og 2018. Her eru nógv góð fólk, og tíðin í felagnum gav mær eisini nógvar góðar vinmenn, sum eg eri fegin um at hitta aftur. Eisini eru áskoðararnir her nakað, sum eg var sera fegin um, og eg bæði vóni og vænti, at tey møta eins væl upp til bæði heima- og útidystir, sum tey plagdu at gera, sigur Meinhard E. Olsen við heimasíðuna hjá B36.

- Meinhard var ein fongur fyri okkum, tá hann seinast var í felagnum, og vit ivast onga løtu í, at vit við hesum hava fingið ein munagóðan styrk til hópin, sigur formaðurin í B36, Magni Vatnhamar Mouritsen við heimasíðu felagsins.

Meinhard E. Olsen er skrásettur fyri tveir A-landsdystir, móti Spania og Svøríki, báðir á heimavølli í fjør. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder