Fótbóltur

Meinhard heldur ikki fram í GAIS

Landsliðsleikarin var fastur maður og spældi 15 dystir fyri felagið í næstbestu svensku deildini. Tó er hetta fyri tað besta, sigur hann við Portalin - nú leitar skjóti vongurin eftir nýggjum felagi uttanlands.

Meinhard Egilsson Olsen spældi seks landsdystir í heyst (Mynd: Sverri Egholm)

Meinhard Egilsson Olsen spældi seks landsdystir í heyst (Mynd: Sverri Egholm)

2021-01-05 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í august, dagin eftir 2-1 sigurin hjá B36 á Gibraltar í Europa League, gjørdist tað greitt, at Meinhard Egilsson Olsen skuldi til svenskan fótbólt. GAIS í Göteborg stríddist tá fyri lívinum í í næstbestu svensku deildini, Superettan. 

Meinhard byrjaði á bonkinum í allarfyrsta dystinum - júst tvey samdøgur eftir dystin í nógva hitanum á Gibraltar. Hóast hetta, og hóast tveir flogtúrar hesi samdøgrini, kom 23-ára gamli føroyingurin inn, og síðani byrjaði Meinhard Olsen inni fyri GAIS í teimum 14 dystunum fram til kappingarenda, har hann var tøkur. Í 15 dystum fyri liðið, ið endaði nummar 10 út av 16 í Superrettan, skoraði føroysku vongurin eitt mál.

Meinhard Egilsson Olsen fekk eisini eitt slag av gjøgnumbroti á A-landsliðnum. Hann byrjaði inni í allarfyrsta dystinum undir Håkani Ericson og byrjaði í heyst inni í fýra øðrum dystum og spældi í samanlagt seks av teimum átta hjá Føroyum. Í heimadystinum móti Andorra legði Meinhard upp til fyrra málið hjá Klæminti Olsen. Samanlagt hevur hann nú spælt átta A-landsdystir.

[object Object]
Meinhard í dystinum móti Andorra á Tórsvølli. Føroyar vunnu 2-0, og nummar 18 legði upp til fyrra málið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Sáttmálin hjá Meinhardi við GAIS var galdandi fyri restina av 2020. Nú. júst ein mánaða eftir seinasta dyst í Superettan, er greitt, at samstarvið ikki heldur fram. Meinhard Olsen takkar á Instagram GAIS fyri tíðina. Føroyingurin hevur annars fingið nakað heilt sentralt í Goteborg: Fasta spælitíð. 

- Hetta hevur ligið i kortunum, tá tað vísti seg at draga út viðvíkjandi tí at leingja samstarvið. Hetta er tó fyri tað betra og tí eri eg við gott mót.

Soleiðis greiðir landsliðsleikarin frá í viðmerkjing til Portalin.

Meinhard Olsen sigur eisini, at hann ikki vil ikki seta navn á, hvar hann nú fer, ella nær tað væntast, at tað kemur uppá pláss. Hann sær tó fast, at hann heldur fram uttanfyri landoddarnar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder