Ein av avgjørdu lyklaleikarunum á føroyska A-landsliðnum, Jóan Símun Edmundsson, fekk eitt slag í knæði í dysti fyri Bielefeld í gjár. Av hesum fekk 27-ára toftamðaurin eina blóðsamling, og er tí ikki tøkur til komandi landsdystirnar móti Aserbadjan og Malta.
Les meira
Ístaðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Meinhard Egilsson Olsen úr B36. Hetta skrivar heimasíðan hjá FSF.
- Tað er sjálvandi keðiligt at Jóan Símun er skaddur, tí hann er uttan iva okkara besti áleypari. Men eg fegnist um at fáa hendan møguleikan, og nú ræður um at taka av, sigur Meinhard Egilsson Olsen við heimasíðuna hjá FSF.
Meinhard hevur spælt 11 dystir á føroyska U21-landsliðnum og skorað 4 mál. 21-ára gamli Meinhard og hinir í landsliðshópinum seta kós móti Aserbadjan í morgin.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Meinhard Egilsson Olsen, B36
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald