Meinhard Egilsson Olsen gjørdi bart fyri Mjøndalen, sum í gjár tók ímóti Lyn í 16. umfari í næstbestu norsku deildini.
27-ára gamli føroyski vongurin rann til fremstu stong í sambandi við hornaspark, og og stýrdi bóltinum væl afturum seg í málið.
Málið sæst HER - á 1.36.
Hetta var 5. málið hjá Meinhardi í kappingarárinum, har landsliðsspælarin hevur spælt tólv dystir. Hann hevur eisini lagt upp til tvey mál er harvið komin væl aftur eftir krossbandsskaðan.
Málið gav tó einki stig. Tað var til 1-1 stutt eftir steðgin, men tjúgu minuttir fyri leiklok legði Lyn seg á odda aftur. Um miðjan 2. hálvleik hevði Mjøndalen fingið eina útvísing og megnaði ikki at svara aftur.
Tað endaði 1-2, og liðið hjá Meinhardi Egilsson er nummar 12 av teimum 16. Mjøndalen hevur fýra stig niður til Sandnes Ulf, sum er undir strikuni.
Við teimum spælir Gullbrandur Øregaard, og føroyski U21-landsliðsmiðvallarin spældi 90 minuttir, tá Sandnes Ulf í gjár fekk 1-1 javnleik á útivølli móti Bryne. Sandnes er næstniðast við bert 10 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald