2021-03-25 23:33

Fleiri enn 1400 lesarar hava atkvøtt um hvør skal vera dagsins leikari í dystinum millum Moldova og Føroyar í Chisinau í kvøld.
25 prosent halda, at Meinhard Egilsson Olsen var tann av føroysku leikarunum sum gjørdi tað best. Einki løgið í tí, tí tað var hann, sum skoraði málið til 1-1, og tryggjaði Føroyum javnleik í einum annars rótutum dysti.
Tá Føroyar spæla móti Eysturríki á Ernst-Happel stadion í Wien sunnudagin fer aftur at bera til at tippa, og eisini velja dagsins leikara aftaná dystin. Hetta verður á forsíðuni á Portalinum.