Fótbóltur

Meira fýrverk í væntu

Felagið, sum hevur vunnið kappingina 13 ferðir, tekur ímóti felagnum, ið framvegis jagstar fyrsta gullið í Champions League. Fyrra hálvfinalan endaði 4-3 til Manchester City.

City og Real Madrid skulu stríðast um seinna finaluplássið í kvøld

City og Real Madrid skulu stríðast um seinna finaluplássið í kvøld

2022-05-04 14:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Real Madrid er søguliga sterkt í Champions League og hevur higartil í ár strítt seg víðari móti PSG og Chelsea. Serliga hevur áleyparin Karim Benzema verið eyðsýndur - spurningurin er um hann og søgan gera mun í kvøld, tá Manchester City vitjar á Santiago Bernabeu.

Tá liðini hittust fyri átta døgum síðani á Etihad leikvøllinum í Manchester, var talan av álvara um undirhald. City var tríggjar ferðir á odda við tveimum málum, men Benzema og co. svaraðu aftur, og tað er púra opið undan seinnu hálvfinaluni í kvøld.

Manchester City var í finaluni í fjør, men hevur ongantíð vunnið Champions League, men Pep Guardiola og hansara menn hava fyrimunin eftir 4-3 úrslitið í fyrra dystinum - tó ikki so stóran fyrimun sum ensku meistararnir høvdu ynskt.

Ein stórt pluss hjá City í kvøld er, at at bakkarnir Kyle Walker og Joao Cancelo eru tøkir aftur.

Fyrsta bríks á Bernabeu verður klokkan 20. Dysturin kann síggjast á TV3 + og Viaplay.

Sí eisini: Triðja finalan seinastu fimm árini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder