Tað gjørdi sítt inntriv á skinklutan hátt undir HM-endaspælinum í mansfótbólti í Russlandi í 2018. Síðani hevur VAR (Video Assistant Referee) verið partur av yrkis- og altjóða fótbólti - við góðum og ringum.
Teir flestu av fremstu deildunum í Evropa, umframt næstbestu deildirnar ymsastaðni, nýta VAR. Her eru allar topp-30 deildinar við, fyriuttan Allsvenskan. Fremsta svenska deildin hevur ongantíð nýtt hesa tøknina. Meginpartin av feløgunum, og serliga fjepparar, eru ímóti.
Sum heild eru skandinavisku londini heldur "VAT-skeptisk", og í Noreg hava nógv skelti verið at sæð á áskoðaraplássunum, sum mæla til at útihýsa skipanini. Nógv feløg hava eisini víst sína ónøgd, og nú í vetur skuldi nýggj støða takast eftir tvey ár við skipanini.
Á fundi í Norsk Toppfotball (NTF) í gjár, mikudagin, atkvøddu 19 av 32 feløgunum ímóti VAR. Tað vil siga fyri at sleppa av við tað skjótast gjørligt.
NTF er felagskapurin fyri tey 32 feløgini, sum eru umboðaði í tveimum teimum fremstu mansdeildunum.
Móti VAR (19): Brann, Bryne, HamKam, Haugesund, Molde, Rosenborg, Sandefjord, Strømsgodset, Tromsø, Viking, Vålerenga, Kongsvinger, , Lillestrøm, Lyn, Odd, Skeid, Stabæk, Start, Mjøndalen.
Fyri VAR (13): Fredrikstad, KFUM, Kristiansund, Sarpsborg, Egersund, Moss, Ranheim, Raufoss, Sogndal, Åsane, Aalesund, Hødd, Bodø/Glimt.
Á yvirlitinum her sæst millum annað at Fredrikstad og Ranheim, sum eru feløg við føroyskum spælarum, ikki vilja fáa VAR burtur úr norskum fótbólti.
Tað hjálpti harvið ikki, at tey í Bodø/Glimt í evstu løtu - eftir eykaaðalfund - broytti meining.
Avgerðin vísir millum annað greiðan meiriluta millum feløgini í Eliteseriuni. Tað er bert fremsta mansdeildin í Noreg, ið nýtir VAR. Har eru bert fimm av teimum 16 liðnum fyri at halda uppá VAR.
Hendan atkvøðugreiðslan í NTF er tó ikki heilt avgerandi. Nú er málið koyrt víðari til norska fótbóltssambandið (NFF), sum hevur fingið áheitan frá Norsk Toppfotball um at taka VAR úr norskum fótbólti.
Sonevnda "Fotballtinget" skal taka avgerð seinni í vetur, tá feløgini sum skilst sleppa at atkvøða eina seinastu ferð. Tað var NTF, sum saman við NFF, tók støðu til at fáa VAR til kappingarárið 2023.
Eftir tíðindini í gjár hava toppspælarar sum Thibaut Courtois, umframt dómaraovastin hjá UEFA, Roberto Rosetti, ávara norðmenn um at taka hetta fetið.
FSF fer skjótt at seta "VAR light" - eina minni útgávu av VAR - í gongd í Føroyum.
Sí eisini: VAR partur av føroyskum fótbólti í 2025
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald