Tað er nú greitt hvørjum vinnarin av KÍ-Ballkani skal hitta í playoff. Shkupi úr Norðurmakedonia tapti samanlagt 5-2 móti Shamrock Rovers úr Írlandi í Europa League, og dettur tí niður í playoff í Conference League.
Og har er tað KÍ ella Ballkani, sum verður mótstøðulið. Hvør av teimum tað verður, gerst greitt í annaðkvøld, tá liðini bresta sama í seinna dystinum í triðja umfari í Conference League í annaðkvøld.
Fyrri dysturin, sum varð leiktur síðsta hósdag í Kosovo endaði 3-2 til Ballkani, og tí er alt framvegis opið. Vinnarin av dystinum kemur víðari til sonevnda playoff, sum er seinasta umfar áðrenn bólkaspælið í Conference League.
Shkupi gjørdist meistari í Norðurmakedonia í fjør, og vann fyrsta umfar í Champions Lerague móti Lincoln Red Imps úr Gibraltar. Liðið tapti annað umfar í Champions League móti kroatiska Dinamo Zagreb og datt niður í Europa League. Nú norðurmakedonar taptu triðja umfar í Europa League enda teir í playoff-umfarinum í Conference League.
Dysturin millum KÍ og Ballkani verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.
Les eisini: Bláa Bylgjan spennir seg út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald