Fótbóltur

Messi á heimavøllinum hjá Maradona

Chelsea tekur ímóti Bayern.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-25 17:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær áttandapartsfinalur í Champions League verða leiktar í kvøld. Ein er í Suðuritalia, hin verður leikt í London.

Lionel Messi og Barcelona vitja gamla heimavøllin hjá Diego Maradona - manninum ið Messi so ofta hevur verið samanborin við. 32-ára gandakallurin úr Argentina er svangur eftir einum Champions League-heitið. Tað eru næstan fimm ár síðani hjá Barcelona, og tað hava verið nógv stór vónbrot í knock-out dystunum seinastu árini. Napoli hevur ikki havt nakað stórt kappingarár í Serie A, men kann gera tað trupult fyri katalanska liðið.

Í 2012 vann Chelsea Champions League. Finalan var ímóti Bayern á heimavøllinum hjá týska liðnum. Nú er Bayern favorittur, men liðið hjá Frank Lampard skal á heimavølli í kvøld royna at skaffa sær eitt gott útgangsstøði. 

Champions League 1/8-finalur
25.02
20.00: Chelsea - Bayern Munchen
          Napoli - Barcelona   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder