Fótbóltur

Metmaðurin Kane sendi Tottenham nærri Champions League-plássi

29-ára gamli áleyparin stríddist við fepur áðrenn London-uppgerðina í gjárkvøldið men skoraði einasta málið í dystinum. Hann er nú javnur við Jimmy Greaves sum maðurin við flest málum (266) fyri Tottenham.

Son legði upp, og Kane skoraði, tá Tottenham vann týdningarmiklan sigur í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Son legði upp, og Kane skoraði, tá Tottenham vann týdningarmiklan sigur í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2023-01-24 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í Premier League varð spældur í gjárkvøldið, og var talan um London-uppgerð millum Fulham og Tottenham á Craven Cottage við Temsá. Bert tvey stig skildi liðini áðrenn dystin, men Tottenham megnaði at tryggja sær tepran sigur og økja um frástøðuna til Fulham og samstundis minka um frástøðuna upp til Manchester United, Newcastle og Champions League-pláss. 

Tað var, sum so ofta fyrr, Harry Kane, ið gjørdist avgerandi fyri Tottenham. Hann hevði stríðst við krím, ið millum annað hevði febur við sær, upp til dystin, og hetta hevði órógvað náttarsvøvnin og í fyrireikingunum til dystin.

29-ára gamli áleyparin spældi tó allar 90 minuttirnar, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki sló hann til. Son Heung-Min fekk bóltin og setti ferð á, fann Kane, sum á brotsteigarmarkinum vendi sær og smekkaði bóltin niður í longra málhorn. 

Fulham var heldur tannleyst eftir steðgin, Tottenham vardi væl, so hetta gjørdist einasta málið, ið kom í dystinum. Tað sendir liðið hjá Antonio Conte trý stig nærri Manchester United og Newcastle og harvið Champions League-plássi.

Avgerandi málið á Craven Cottage sendir eisini Harry Kane í søgubøkurnar. Hann hevur spælt við Tottenham tað allarmesta av sínari yrkisleið, og var hetta mál nummar 266 fyri besta liðið hjá felagnum. Tað er bert legendariski Jimmy Greaves, sum er komin upp á hetta talið. Um Kane skorar eitt mál afturat í Tottenham-troyggjuni eigur hann metið einsamallur.

Onglendingurin, sum í seinastuni aftur hevur verið settur í samband við Manchester United, manglar bert eitt mál í Premier League fyri at koma upp á 200 Premier League-mál. Harry Kane jagstrar Alan Shearer, sum er ovast á listanum við 260 málum. Hann hevur skorað 199 mál í 303 dystum í bestu ensku deildini.

Støðan í oddinum
1. Arsenal 50 stig (19 dystir)
2. Manchester City 44 stig (20 dystir)
3. Newcastle 39 stig (19 dystir)
4. Manchester United 39 stig (20 dystir)
5. Tottenham 36 stig (21 dystir)
6. Brighton 31 stig (19 dystir)
7. Fulham 31 stig (21 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder