Annað

Michal Przybylski til B36

B36 leigar ársins unga leikara í fjør úr Póllandi.

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-06-29 17:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

B36 kunngerð í dag, at felagið leigar Michał Przybylski úr felagnum hjá honum í Póllandi, Widzew Lodz, fyri restina av kappingarárinum 2018. 

Michał Przybylski bleiv kosin ársins ungi leikari í Føroyum í 2017, og valdi at royna eydnuna í Póllandi, framum tilboð frá fleiri feløgum í Føroyum.

Nú hevur hann so valt at venda aftur til Føroyar fyri rest av 2018 og valið fall á B36, sum eisini royndi at fáa hann til felagið veturin 2017

- Michal vendi sær til okkara í seinastu viku og eru vit samdir um at leiga Michal rest av kappingarárinum og so fáa vit at síggja, hvat hendir aftaná tað. Michal er ein spennandi ungur leikari, við góðari persónligheit, sum vit avgjørt meta passar væl inn í spælistíl og mentan hjá B36, sigur Rúni Herup Olsen, formaður í B36.

- Vit gleða okkum at síggja Michal í B36 blusuni um stutta tíð, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder