Fótbóltur

Mie Højlund stóra virðing fyri føroyingunum

Video: - Áskoðararnir bakka flott upp allan vegin, og spælararnir geva ongantíð upp, sigur danski bakspælarin, sum eisini setur orð á sjálvan dystin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-03 20:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Basel, Sveis (Portalurin) : Mie Højlund er ein profilur í bestu donsku deildini og á landsliðnum.

Hon hevði ikki sín allarbesta dyst í kvøld, og Føroyar góvu eitt ávíst høvuðbrýggj - serliga við sínum stríðsvilja - vísti hon á, tá Portalurin tosaði við danan í "Mixed Zone".

Føroyskur hondbóltur og hugburðurin, hjá spælarum og áskoðarunum, hugtekur Højlund. 

Hon setur eisini orð á, hví Føroyar kunnu vera við á hesum stignum - hoyr samrøðuna ovast.

Danmark vísti í løtum í kvøld, hví liðið er ein av størstu EM-favorittunum. Endaspælið hjá Danmark byrjar tó ikki av álvara fyrrenn fyrsta dystin í meginumfarinum - móti Noreg í Wien hóskvøldið.

EM-endaspæl 2024 - bólkur D
Seinasta umfar, 3. desember - St. Jakobsehalle
Føroyar - Danmark 24-33 (8-15)

Sí hagtøl her (Brynhild Pálsdóttir: 5 mál)

Reytt kort: Brynja Høj (13' minutti)

Kroatia og Sveis spæla lagnudyst í kvøld um at koma víðari. Um Sveis vinnur við fýra málum, so enda Føroyar á 2. plássi.

Støðan:
1. Danmark 6 stig *
2. Sveis 2 stig
------------------
3. Kroatia 1 stig
4. Føroyar 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder