Í juli kom Mikkel Dahl til HB úr Nykøbing FC í næstbestu donsku deildini. HB var eftir sínar fyrstu 12 dystir oddalið í Betrideildini, men hevði spælt meginpartin av tíðini uttan ein "veruligan" áleypara.
Mikkel Dahl spældi sín fyrsta dyst í grannauppgerðini móti B36, har hann beinnavegin sló til og skoraði málið til 2-0. Dahl hevur skorað í seks av teimum sjey dystunum, ið hann hevur spælt í Betrideildini - tað er bert í 2-0 sigrinum á NSÍ, har hann brendi brotsspark, at nummar 22 hjá HB ikki hevur skorað.
27-ára gamli áleyparin hevur víst seg at vera sera vandamikil í brotsteignum hjá mótstøðuliðnum - bæði við fótinum og høvdinum. Hann skoraði tvey góð áleyparamál í 4-2 sigrinum í gjár, skoraði eisini tvær ferðir í 4-1 sigrinum á TB á ólavssøku, gjørdi hattrikk í 11-0 sigrinum á AB, lukkaði dystin í Sarpugerði við 3-1 máli og minkaði um munin í toppdystinum í Klaksvík í 19. umfari.
Mikkel Dahl hevur her skorað til 3-1 í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Hesi tíggju málini eru skotin uppá samalangt 585 minuttir. Tað merkir, at Mikkel Dahl skorar eitt mál fyri hvønn 58. og ein hálvan minutt, ið hann spælir í Betrideildini, og at áleyparin skorar 1,43 mál í miðal fyri hvønn dyst. Mikkel Dahl er nummar fýra á toppskjúttalistanum í Betrideildini - trý mál frá oddinum. Hann hevur lat upp til tvey mál í sínum sjey dystum í fremstu føroysku deildini higartil.
HB legði við sigrinum í gjár á odda aftur í Betrideildini.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald