Í gjár skrivaðu vit um, at helmingurin av teimum tíggju útlendsku spælarunum hjá 07 Vestur ikki kemur aftur til seinnu hálvu. Hetta var í sambandi við, at Teitur Olsen hevur gjørt nýggjan sáttmála við barndómfelagið - vongurin hevur ikki spælt í higartil í ár.
Sí eisini: Teitur er aftur á besta liðnum hjá barndómsfelagnum
Tað hevur Mikkel Jakobsen heldur ikki. Hann er hin vongurin, sum verður lagdur afturat 07 Vestur-hópurin til seinastu 11 umførini. Og einasti útlendski spælarin sum kemur nú.
Mikkel Jakobsen er ikki heilt ókendur í føroyskum fótbólti. 25-ára gamli danin spældi í 2021 við NSÍ. Har spældi hann 33 dystir fyri besta liðið, skoraði fimm mál og legði upp til tíggju afturat.
07 Vestur kunngjørdi nýggja spælaran seinnapartin í gjár. Síðani 2021 hevur hann spælt við Leiknir og Vestri í ávíkavist bestu og næstbestu deildini í Íslandi. Har hevur Mikkel Jakobsen ikki heilt fingið flog undir yrkisleiðina.
Mikkel Jakobsen í evropeiskum dysti móti finska Honka fyri trimum árum síðani (Mynd: Bjarni Enghamar)
Í heimlandinum var Mikkel Jakobsen á akademinum hjá FC Midtjylland. Har var hann til skifti til Ringkøbing IF í 2020. Tekniskt sterki, kviki og rennisterki vongurin hevur eisini spælt við Kolding IF.
Mikkel er álopskendur miðvallari, sum fyri tað mesta hevur spælt á vonginum.
Eftir 16 umfør er 07 Vestur á 6. plássi við 21 stigum. Partvíst í ongamannalandi. Liðið byrjar seinnu hálvu 4. august. Dan Brimsvík tók við sum venjari felagsins síðst í juni.
Tøl: FaroeSoccer og transfermarkt.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald