- Vit kunnu í kvøld við frøi kunngera, at ein av okkara lokalu aftur kemur at spæla fótbólt á besta liðnum hjá 07 Vestur. Talan er um Teitur Olsen, sum hevur verið partur av stammuni á 07 Vestur liðnum í fleiri ár. Hetta verður 10. árið vit fara at síggja 26 ára gamla Teit í hvítum.
Soleiðis skrivaði 07 Vestur á heimasíðu sínari seint í gjárkvøldið.
Teitur hevur altíð spælt við 07 Vestur og er á FaroeSoccer skrásettur 216 vaksnamannadystir við 07 Vestur, harav 75 av teimum í bestu deildini.
Kviki vongurin valdi at taka ein steðg eftir síðsta kappingarár, men nú er hann aftur í Betrihópinum hjá 07 Vestur. Partarnir hava gjørt sáttmála fyri restina av 2024, umframt 2025, boðar felagið frá.
- Sostatt er hetta ein av royndastu spælarunum hjá okkum. Hetta verður heilt sikkurt eitt gott íkast til hópin hjá Dan Brimsvík.
07 Vestur fekk nógvar tíggju nýggjar útlendskar spælarar í hópin til hetta kappingarárið. Nú er helmingurin av teimum burtur.
Frederik Holst og Marius Isager er farnir aftur til Danmarkar. Tað eru Mads Christiansen og Benjamin Smales-Braithwaite, sum vóru leigaðir úr Vendsyssel til 30. juni, eisini. Harafturat er Maxwell Effiom er leigaður til Skála tað sum eftir er av kappingarárinum.
Sí eisini: Skála fær spælarar úr 07Vestur og NSÍ til seinnu hálvu
Fyriuttan Frederik Holst á ávísum økjum og Benjamin Smales-Braithwaite í løtum tíðliga á árinum, hevur eingin av omanfyri nevndu útlendsku spælarum, styrkt um 07 Vestur-liðið.
Tað at hópurin nú er skorin nakað niður, í mun til útlendskt íkast, er í samsvari við, at 07 Vestur setti Dan Brimsvík fyri at føra besta liðið eftir heldur øðrvísi kós.
Sí eisini: Dan Brimsvík kunngjørdur sum nýggjur venjari í Vágum
Eftir 16 umfør er 07 Vestur á 6. plássi við 21 stigum. Partvíst í ongamannalandi. Liðið byrjar seinnu hálvu 4. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald