Tíggju dystir men einki mál fyri 07 Vestur enn. Nú hevur 07 leigað 24-ára gamla álopskenda spælaran til Skála. Avtalan er galdandi fyri seinnu hálvu.
Hesi tíðindini hevur bolt.fo
Sum vit skrivaðu í í síðstu viku, kemur Carlos Ferreira ikki aftur til seinnu hálvu Portugisin er annars toppskjútt hjá Skála við fimm málum fyrstu 16 umførini. Skála hevur fýra stig niður til strikuna.
Nú skal Effiom gera mun í appelsinlittum - hann hevur ferð men hevur millum annað verið skaðadarvaðir í ár.
Atli Djurhuus Petersen kemur eisii inn í hópin. Hetta hevur Portalurin fingið váttað. Í ár hevur hann bert spælt ein minutt fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum men hevur annars yvir 30 dystir á besta liðnum hjá NSÍ.
Sum skilst hevur 23-ára gamli vinstrabeinti spælarin, ið fyri tað mesta er vongverji, ikki longur sáttmála við NSÍ.
Flytingarvindeygað letur aftur klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald