placeholder
Fótbóltur

EB/Streymur hevur styrkt seg við fleiri spælarum

Jóhann Hansson Joensen er aftur í felagnum - hann skiftir úr B68. EB/Streymur hevur eisini leigað tríggjar spælarar úr KÍ og hevur gjørt nýggjar sáttmálar við lokalar. KÍ leigar nógvar spælarar út nú.

Jóhann Joensen - her í nærdysti við Dabo. Nú verður hann aftur EB/Streymari og liðfelagi við sengalbúgvan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhann Joensen - her í nærdysti við Dabo. Nú verður hann aftur EB/Streymari og liðfelagi við sengalbúgvan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-12 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flytingarvindeygað legur aftur í dag, fríggjadagin 12. juli, klokkan 16. Tað er hent ymiskt seinastu dagarnar, og okkurt fer helst eisini at koma afturat.

NSÍ hevur fingið avloysarar fyri Konrad Gustafsson og Adi Terzic, sum ikki kom aftur til landið, KÍ fekk í síðstu viku enn ein útlendskan spælara, og so er rímiliga nógv hent hjá liðum í niðurflytingarstríðnum.

Júst KÍ hevur leigað spælarar út til trý ymisk feløg: 

ÍF: Jhon Mena og Elvio Gelmini koma ikki aftur av persónligum ávum - Mena hevur longu funnið nýtt felag. Ístaðin koma tveir ungir mans úr KÍ, sum fyri tað mesta hava royndir úr 1. deild: Verjuspælarin Símun Kalsø og álopskendi Silas Gaard. Síðstnevndi hevur tó spælt 7 dystir við besta liðnum í ár. Hetta er kunngjørt av báðum feløgum í dag.

B68: 18-ára gamli Jóhan Josephsen, sum hevur verið skaðadarvaður í ár, kemur til Svangaskarð til seinnu hálvu. Høgi og hartarbeiðandi áleyparin hevur higartil skorað tvey mál í Betrideildini og 19 í 1. deild.

B68 boðaði í gjárkvøldið frá, at Thomas Bjørn Miezan og Jóhann Hansson Joensen ikki halda fram í felagnum. Fyrrnevndi fer til B36 - Jóhann fer til EB/Streym

[object Object]
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Jóhan Josephsen og Silas Gaard til venjing í samband við Conference League-dyst hjá KÍ í fjør. Restina av árinum spæla teir við ávíkavist EB/Streymi, B68 og ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur: sum bolt.fo skrivaði í gjárkvøldið, fer Jóhann Hansson Joensen til EB/Streym. Har spældi vongurin í seinnu hálvu av 2021 og í 2022. Síðani hevur havnarmaðurin, sum hevur røtur til Sundalagið, umboðað 07 Vestur og B68.

Meiningin er, at hann skal styrkja um liðið, og tað skulu lámir klaksvíkingar eisini. Kristian Svabo Eliasen er longu komin inn í tveimum dystum fyri EB/Streym. Javngamli Óli Eyðsteinsson Poulsen hevur væl fleiri royndir úr Betrideilini, og 20-ára gamli Jákup Norðoy Vilhelmsen hevur spælt rímiliga nógv á besta liðnum hjá KÍ í 2024. Síðstnevndi eru verjuspælari - hinir spæla mest á vøllinum ella á vinstra bakki.

EB/Streymur hevur fingið royndan norskan miðvalalra sum avloysara fyri Robert Marcus, og áleypari úr Kolumbia verður helst eisini at síggja við Margáir. 

Felagið hevur seinastu vikuna eisini kunngjørt sáttmálar við lokalar spælarar: Málverjin Jóannes Davidsen, sum spældi heilt væl í lykladystinum móti ÍF, miðverjin Mikkjal Hellisá og Tóki Johannesen, skulu allir spæla fyri barndómsfelagið í 2025 eisini. Har er tað helst serliga sáttmálin við Mikkjal, sum er týdningarmikil: Áhugi hevur verið fyri honum aðrastaðni.

Skála: Í løtuni roynir felagið at fáa tað uppá pláss viðvíkjandi aloysara fyri toppskjúttan Carlos Ferreira, sum ikki spælir í Føroyum í seinnu hálvu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder