Fótbóltur

Mikkjal besti venjari í Svøríki í august

Heiður til føroyska venjaran sum svenska stórfelagið keypti í juli. AIK vann allar dystirnar í august.

- Eg eri nøgdur við menningina seinstu tíðina, og vit fara at arbeiða hart fyri at byggja eina mentan og halda fram (Mynd: aikfotball.se)

- Eg eri nøgdur við menningina seinstu tíðina, og vit fara at arbeiða hart fyri at byggja eina mentan og halda fram (Mynd: aikfotball.se)

2024-09-12 15:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Byrjanin var heldur trupul við tveimum tapum á rað móti GAIS síðst í juli, men síðani hava Mikkjal Thomassen og hansara lið vunnið allar sínar dystir: Fimm á rað í Allsvenskan og ein í svensku steypakappingini.

Allir sigrarnir vóru í august, og fyri hetta hevur 48-ára gamli føroyski høvuðsvenjarin í svenska høvuðsstaðnum fingið stóran heiður: Besti venjari í Allsvenskan fyri august.

- Eg eri nøgdur við menningina seinstu tíðina, og vit fara at arbeiða hart fyri at byggja eina mentan og halda fram við okkara menning. Eg vil gera greitt, at hetta er ein liðinnsatsur: AIK hevur ein ógvuliga væl skikkað venjara- og hjálpartoymi, sum arbeiða gróthart og stuðla mær fyri at skapa tær bestu fyritreytirnar fyri spælararnar.

Hetta sigur Mikkjal Thomassen við heimasíðuna hjá AIK um heiðurin

Tað eru liðformenn og venjarar í Allsvenskan, saman við ymiskum miðlum, sum velja tríggjar venjarar. Síðani atkvøða hesi, saman við áskoðarunum, um, hvør vinnarin skal vera.

AIK skoraði átta mál og lat bert tvey mál inn í sínum fimm landskappingardystum í Allsvenskan í august. Liðið hjá Mikkjali Thomassen er á 5. plássi -  trý stig eru upp til 3. plássið, ið tryggjar evropeiskt pláss til næsta ár. 4. plássið kann verða nóg mikið, og tað er AIK eitt stig frá.

Nú landsliðssteðgurin er av, er oddliðið Malmö FF á skránni. Hetta er sunnudagin í Stokkhólmi. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder